Løgmaður hevur gjørt eitt bragd

Tað krevur eini heilt serlig evni at stýra so skeivt, sum Kaj Leo Holm Johannesen ger

- Hevði eg ikki vitað betur, hevði eg trúð, at hetta var víðgongd satira og grovt skemt. Men tað er tað ikki, tí hetta er Føroya løgmaður, sum sigur hetta í ramasta álvara.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, nú Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at hann fer at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina til Føroya.

 

Løgmaður hevur eisini víst á, at fyribils hevur tað kostað føroyska samfelagnum einar seks milliardir, at ríkisveitingin varð skerd í 2002.

 

Hesum er Høgni Hoydal ikki samdur í.

- Aftaná tíggju ár við sambandsstýri sigur løgmaður, at Tjóðveldi hevur ábyrgdina av tí dumpaða politikkinum hjá løgmanni og hansara stuðulsflokkum, staðfestir hann.

 

Formaðurin í Tjóðveldi vísir á, at hesa tíðina, Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið løgmaður, hava vit havt so stórar møguleikar sum onki annað land at byggja upp eina sjálvstøðuga tjóð og ein sjálvberandi búskap.

 

- Har okkara ovurhonds ríkidømi kemur øllum til gagns í landinum við rættvísum og mennandi politikki og loysnum. Har seinastu árini øll viðurskifti, ið vit ikki hava ræðið á, hava gingið við.

 

- Men so illa er stýrt, at teir hava spolað upp undirskot og skuld í landsbúskapinum, sum vit øll skulu gjalda. Meðan ávísir partar í samfelagnum hava so stór yvirskot sum ongantíð fyrr.

 

- Bara meðan Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið løgmaður, er skuldin hjá okkum øllum, ella hjá landskassanum, økt 2,4 milliardir krónur. Samstundis er virðið í okkara samlaða búskapi vaksið meira enn tríggjar milliardir krónur

- Tað er eitt satt bragd. Tað krevur heilt serlig evni til at stýra so skeivt at tað eydnast at fáa eitt so vánaligt úrslit, heldur Høgni Hoydal.

 

Hann sigur, at tað er ikki Tjóðveldi, sum hevur kostað føroyska samfelagnum milliardir.

- Sambandspolitikkur hevur ikki bara kostað okkum milliardir og óteljandi menningarmøguleikar við síni stóru mótstøðu ímóti øllum framstigum, sum vit sjálv skapa.

- Ístaðin hevur sambandspolitikkurin trúttað aftur og aftur, at okkara framtíð, ríkidømi og vælferð liggur í tí, sum vit skulu fáa úr Danmark, sigur Høgni Hoydal.

 

Les eisini: Løgmaður og milliardirnar