Løgmaður við kós móti Paris

Seinasti fundur er liðugur og nú liggur Paris fyri framman, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og partur av Team Rynkeby

Seinasti fundur er liðugur og nú liggur Paris fyri framman, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og partur av Team Rynkeby.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er tann einasti, sum er boðin við á føroyska Rynkeby liðið.

 

– Tað hevur týdning at fáa fokus á liðið, eisini av hægstu rókum í samfelagnum. Tí varð løgmaður boðin við á fyrsta føroyska Team Rynkeby, sigur Aksel Haraldsen, súkklari og stigtakari til føroyska liðið, sum hóskvøldið fer av landinum.

 

Les eisini: Rynkebyliðið ger mun

 

Aksel Haraldsen er sannførdur um, at luttøkan hjá løgmanni á føroyska Team Rynkeby hevur stóran týdning fyri liðið.

 

– Hansara luttøka setir eitt eyka fokus á liðið og tiltakið hjá okkum, sigur Aksel Haraldsen.

 

Innbjóðingin er tó ikki meira enn so, at løgmaður fær ongar sersømdir og rindar annars sjálvur fyri túrin. Tó kundi hann sleppa undan at súkkla við sponsor-nøvnum á gulu blusuni, um serligt ynski var um tað.

 

– Løgmaður fer avstað á jøvnum føti við øll hini á liðnum, uttan nakrar sersømdir. Hann hevur vant sera nógv og hevur verið ótrúligur allan vegin ígjøgnum, bæði at venja og til sosiala partin, sigur Aksel Haraldsen.

 

Í Danmark hevur verið siðvenja at fáa nøkur ”kend” fólk við at Rynkeby liðini á hvørjum ári, og fleiri teirra eru við fleiri ferðir. Í ár eru eitt nú politikararnir Lars Løkke Rasmussen og Kristian Thulesen Dahl aftur við á liðnum, umframt fyrrverandi fótbóltsspælarin Thomas Helveg og sjónvarsverturin Bubber.

 

Hóast Kaj Leo Holm Johannesen síðsta lítla árið hevur verið í fleiri politiskum brotasjógvum, so er politikkur ikki á skránni í Team Rynkeby.

 

– Nei, her hevur ikki verið diskuterað politikk. Tað er bara blivið soleiðis, sigur Aksel Haraldsen, ið sum nevnt metir luttøkuna hjá løgmanni hava stóran týdning fyri føroyska liðið.

 

Sjálvur gleðir løgmaður seg til túrin.

 

– Eg gleði meg sum eitt smábarn. Gott fólk at vera saman við og eitt gott endamál, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á sínum Facebook-vanga í kvøld.

 

Føroyska liðið er bara eitt av 26 liðum við 1153 súkklarum og 285 hjálparfólki úr seks londum. Liðini eru úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Norra, Avstralia og Føroyum.

 

Í ár er fyrstu ferð, at eitt føroyskt Rynkeby lið er mannað. Seint hóskvøldið fara 35 súkklarar og 10 hjálparfólk umborð á Norrønu, og úr Hirtshals verður kósin sett móti Paris. Túrurin hjá Rynkebyliðnum byrjar tó í Klaksvík - í Rynkeby.

 

Skráin fyri hósdagin er hendan:

11:00  Túrurin byrjar í Rynkeby, Helnabrekku/Kráarbrekku í Klaksvík

13:00  Rynkeby súkklararnir koma til Runavíkar

14:30  Rynkeby súkklararnir koma til Oyrabakka

17:00  Rynkeby súkklararnir vitja Krabbameinsfelagið í Havn

18:15  Rynkeby súkklararnir vitja Landssjúkrahúsið

19:00  Rynkeby súkklararnir eru á Vaglinum í Havn