Løgreglan hevur aftur handtikið ferðaleiðarar

Fýra fólk kunnu nú vænta sær at verða víst av landinum við stórari bót

Løgreglan hevur handtikið fýra fólk fyri at hava arbeitt í Føroyum uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

Aftur hesaferð er talan um ferðavinnuna, har útlendeingar arbeiða í Føroyum uttan neyðug loyvi. Talan er um ein ferðaleiðara, ein bilførara, ein bólkaleiðara og eitt myndafólk – bæði kvinnur og menn.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at bótin fyri slík brot er stór, og byrjar á 10.000 krónur, alt eftir, hvussu leingi tey hava arbeitt ólóliga í Føroyum.

Tað verður nú kannað hjá hesum fýra fólkunum, áðrenn støða verður tikin til revsingina.