Leiðandi politiinspektørurin Søren Thomassen og politiinspektørurin Mads Helios greiddu á tíðindafundi í Keypmannahavn frá úrslitinum av kanningini av fráboðanunum um møguligar dronur yvir Københavns Lufthavn í september í fjør. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix.

Løgreglan hevur styrkt tilbúgvingina móti dronum

Danska løgreglan hevur styrkt tilbúgvingina til at handfara dronuhendingar, eftir at fleiri fráboðanir um møguligar dronur elvdu til at fleiri flogvøllir steðgaðu allar flogferðslu í september í fjør.

Leiðandi politiinspektørurin Søren Thomassen og politiinspektørurin Mads Helios greiddu á tíðindafundi í Keypmannahavn frá úrslitinum av kanningini av fráboðanunum um møguligar dronur yvir Københavns Lufthavn í september í fjør. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix.

Tað upplýsir Rikispolitiið í dag.

Sambært løgregluni vórðu yvir 7.000 fráboðanir um møguligar dronur skrásettar kring landið í døgunum eftir hendingina við Københavns Lufthavn 22. september 2025. Flestu fráboðanirnar vístu seg tó at vera vanlig flogfør, vindmyllur ella onnur objekt.

Løgreglan ásannar samstundis, at tilbúgvingin á dronuøkinum ikki var nóg góð. Tí eru termiskir kikarar og annað onnur nú keypt til at finna, eyðmerkja og fylgja dronum. Harumframt hava løgreglufólk fingið nýggja útbúgving, og eitt landsfevnandi samstarv er skipað, so vitan skjótari kann býtast millum løgregluøki.

Rikispolitiið sigur, at endamálið er at gera løgregluna betur føra fyri at skilja millum óskyldigar eygleiðingar, ólógligt dronuvirksemi og hendingar, sum kunnu vera ein trygdarvandi.