Løgreglan í London handtikið 12 fólk

Løgreglan í London er í ferð við at rannsóknir í eystara parti av London, sigur bretska sjónvarpsstøðin Sky News.

 

Løgreglan í London hevur handtikið 12 fólk í sambandi við kanningarnar av álopunum í London í gjárkvøldið.

 

Undir álopinum koyrdi ein bilur við nógvar ferð inn í gongufólk við London Bridge, áðrenn tríggir persónar lupu úr bilunum og lupu á fólk við knívum.

 

Teir tríggir illgerðarmenninir eru sambært løgregluni skotnir og deyðir. Løgreglufólk frá anti-terrordeildini hjá løgregluni í London hava í dag handtikið 12 persónar í Barking í eystarapartinum av London.

 

Handtøkurnar eru í sambandi við álopið, skrivar løgreglan í London í tíðindaskrivi.

 

– Rannsóknir á fleiri bústøðum í Barking, sum er ein forstaður til eystarapart í London, eru framvegis í gongd, skrivar løgreglan.

 

Álopið hevur kosta minst sjey fólkum lívið og sært 48.

 

Sky News greiðir frá, at onkur av illgerðarmonnunum eiga eina av íbúðunum, sum løgreglan hevur rannsakað í dag.

 

Sambært myndamanni hjá Reuters og ein journalisti frá Sky News eru fýra kvinnur førdar úr íbúðini. Allar høvdu fjalt andlitini.

 

Tær fýra kvinnurnar eru sambæet tíðindafólkinum hjá Sky News, Mark White, førdar út í løgreglubilar og koyrdar burtur.

 

Sky News hevur greitt frá, at fýra mans afturat og ein kvinna eru handtikin fyrr í dag í rannsóknunum í Barking.

 

Eitt eygnavitni greiðir Reuters frá, at nógv løgreglufólk eru í Barking. Fleiri íbúðarblokkar eru avbyrgdir.

Íbúgvar í kompleksinum kunnu gjøgnum vindeyguni fylgja við tí, sum fer fram á gøtuni.

 

Eitt eygnavitni greiðir Sky New frá, at hann hoyrdi fleiri buldur undir rannsóknunum. Tað vóru kontrolleraðar spreinginar hjá løgregluni, sum sprongdi sær atgongd til onkrar av íbúðunum.

 

/ritzau/Reuters