Løgreglan kann ikki prógva at dronur vóru yvir Kastrup

Danska løgreglan hevur ikki megnað at prógva, at dronur vóru á flogi yvir Københavns Lufthavn, tá flogvøllurin varð stongdur í fýra tímar 22. september í fjør

Tað upplýsti Københavns Politi á tíðindafundi í dag.

 

– Niðurstøða okkara er, at vit ikki kunnu prógva, at dronuvirksemi hevur verið í og kring flogvøllin. Samstundis kunnu vit heldur ikki avvísa, at dronur vóru har, segði leiðandi politiinspektørurin Søren Thomassen.

 

Sambært løgregluni var ógreitt virksemi í loftrúminum kring flogvøllin, sum higartil ikki hevur fingið nakra greiða frágreiðing.

 

Fleiri fráboðanir um dronur yvir flogvøllinum førdu í september í fjør til, at allur flogferðslan varð steðgað í umleið fýra tímar.

 

Her fekk løgreglan fráboðanir um møguligar dronur í heyst

 

Eftir at fráboðanir komu um møguligar dronur yvir Københavns Lufthavn í september í fjør, vórðu fleiri líknandi hendingar skrásettar kring Danmark.

 

Københavns Politi almannakunngjørdi í dag úrslitið av kanningini av dronuhendingunum. Løgreglan hevur ikki megnað at prógva, at dronur vóru á flogi yvir Københavns Lufthavn, men kann heldur ikki avvísa tað.

 

Her eru tær mest umrøddu hendingarnar:

 

  • 22. september: Flogferðslan í Københavns Lufthavn varð steðgað í fýra tímar eftir fráboðanir um fleiri dronur yvir flogvøllinum.
  • 24. september: Møguligar dronur vórðu eygleiddar við Aalborg Lufthavn. Sama kvøld komu eisini fráboðanir um dronur við flogvallirnar í Esbjerg, Sønderborg og Skrydstrup.
  • 25. september: Flogferðslan í Billund Lufthavn varð steðgað í góðan tíma eftir fráboðan um møguligt dronuvirksemi. Somu nátt varð eisini fráboðað um eina dronu yvir herstøðini hjá Jydske Dragonregiment í Holstebro.
  • 25. september: Seinni sama kvøld varð loftrúmið yvir Aalborg Lufthavn aftur stongt í slakan tíma eftir nýggjar fráboðanum.
  • 26. september: Ein ella tvær dronur vórðu sambært løgregluni sæddar yvir Flyvestation Karup.
  • 30. september: Radarin á Aalborg Lufthavn skrásetti eitt møguligt dronuobjekt, og loftrúmið varð stongt í átta minuttir.
  • 9. oktober: Loftrúmið yvir Billund Lufthavn varð stongt í stutta tíð, eftir at eitt ókent flogobjekt varð skrásett.
  • 16. november: Enn einaferð varð mistanki um dronuvirksemi við Aalborg Lufthavn, og flogferðslan varð stuttliga ávirkað.

 

Sambært Ritzau vórðu hvørki dronur ella onnur flogobjekt skotin niður í sambandi við nakra av hendingunum.

 

/Ritzau/