Løgreglan leitar eftir bilførara

Ein bilførari er rýmdur frá einum óhappi í morgun

 

Løgreglan Havn leitar í hesi løtu eftir einum bilførara, sum er rýmdur undan einum ferðsluóhappi.

Klokkan var farin av seks í morgun, tá ið løgreglan fekk boð um, at ein bilur hevði rent á ein steyra á Marknagilsvegnum.

Men tá ið løgreglan kom á staðið, var blførarin horvin, so nú verður leitað eftir honum.

 

Løgreglan sigur, at bilurin fór rættiliga illa.

Í sambandi við bilóhapp, er seks tíma regulin í gildi og hann sigur tað, at rýmur bilførari frá óhappi, og verður tikin við rúsdrekka í blóðinum upp til seks  tímar eftir óhpappið, verður hann dømdur fyri tað.

Tað nyttar sostatt einki hjá bilføraranum at siga, at hann hevur drukkið eftir at óhappið hendi.

Annars hevur verið stak friðarligt í  nátt sigur løgreglan.