Tað var mánamorgunin, at løgreglan boðaði frá, at tey fegin vildu frætta frá fólki, sum hava verið í miðbýnum í Havn stutt fyri midnátt sunnukvøldið.
Tí klokkan 23:38 í sunnukvøldið fekk løgreglan boð um, at ein maður varð funnin í miðbýnum í Havn uttan vit og eftir øllum at døma niðursligin. Hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið.
Staðfest er, at maðurin hevði verið fyri harðskapi, og løgreglan veit, hvør er undir illgruna fyri at hava framt harðskapin. Viðkomandi hevði fram annan harðskap móti øðrum nakrar fáar minuttir frammanundan.
Løgreglan hevur leitað eftir manninum, sum er føroyingur, síðani mánadagin, men hevur ikki funnið hann.
– Vit hava spor at ganga eftir og arbeiða víðari við málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun, sigur vaktleiðarin, sum staðfestir, at tey enn ikki hava fingið fatur á manninum.