Løgreglan leitar eftir Sea Shepherd bátinum

Løgreglan heitir á fólk um at boða frá, um tey hava sæð bátin, ið Sea Shepherd brúkti í grindadrápinum í gjár.

Fyrr í dag sendi løgreglan út eitt tíðindaskriv, har tey takkaðu føroyingum fyri hjálpina, tá hann ein grind varð hildin til í Sandavági í gjár.


Fólk á staðnum hjálptu nevniliga løgregluni at steðga og handtaka fimm Sea Shepherd limir, ið royndu at órógva ella forða grindadrápið.


Nøkur Sea Shepherd fólk vóru tó umborð á einum báti, ið royndi at forða fyri grindarakstrinum. Tað miseydnaðist, men báturin megnaði at rýma áðrenn løgreglan fekk fatur á honum. 


Leita verður enn eftir bátinum, og løgreglan heitir nú á almenningin um hjálp. 


- Tað eydnaðist at fáa bátin frá Sea Shepherd, sum royndi at forða fyri grindarakstrinum, til at gevast við hesum og fara frá staðnum. Politiið við tó fegin hava fatur í bátinum og heitur tí á fólk um at geva politinum boð á telefonummar 35 14 48, um nakar sær bátin í onkrari havn ella aðra staðni, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.