Síðsti tingfundur var mikudagin 5. august. Tá vóru fýra lógaruppskot til fyrstu viðgerð, og trý nýggj tingmál vórðu løgd fram.
Í dag verður so fjórði tingfundurin, síðani nýggja tingsetan byrjaði á ólavsøku.
Á dagsskránni er bara eitt punkt: Framløga. Tað merkir, at eingi mál eru sett til viðgerðar á fundinum, men væntandi verða nýggj lógaruppskot, uppskot til samtyktar ella onnur tingmál løgd fram.
Tá Løgtingið fór í summarsteðg 5. august, vórðu millum annað uppskot um stutttíðarleigu av bústøðum, yvirtøku av landslæknaembætinum og kynslig brotsverk løgd fram. Tey eru sostatt millum málini, sum koma til viðgerðar, tá regluliga tingarbeiðið fer av álvara í gongd aftur.
Tingsetan byrjaði á ólavsøku, 29. juli. Annar fundurin var 3. august, tá aðalorðaskiftið um ólavsøkufrágreiðing løgmans var, og 5. august var triði fundurin.
Tingfundurin í dag er settur at byrja klokkan 11.









