Bankar skulu ikki hava loyvi til at taka ómaksgjald frá fólki, bara fyri at hava eina kontu í bankanum. Tað heldur Javnaðarflokkurin. Nú hevur Eyðgunn Samuelsen lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at tað skal vera ókeypis hjá fólki at hava kontu í bankunum. Bankin skal heldur ikki hava loyvi til at taka ómaksgjald frá fólki fyri at avrokna skatt ella fyri at lata fólk taka pening av eini lønarkontu.
- Beinleiðis sambandið við bankan er nógv minkað og bankarnir hava samstundis minkað talið av avgreiðslum. Fyrr vunnu bankarnir pening við at hana mun á innlánsrentu og útlánsrentu. - Men í dag taka bankar eisini ómaksgjald frá viðskiftafólkunum fyri alskyns tænastur. - Samstundis noyðast fólk at hava lønarkontu í bankanum, sigur hon. Men hon heldur samstundis, at fólk skulu kunna fáa sína løn á eina kontu, og at kunnu taka pening av hesi kontu, uttan at skula gjalda fyri tað. - Tað er ikki rímiligt, at ein vanligur løntakari skal gjalda fyri eina tænastu, sum lógin áleggur honum at hava, sigur Eyðgunn Samuelsen. |