Einkarrættur
og Mannarættur
Í øðrum londum, sum Føroyar vanliga verða sammettar við, er longu langt síðani, at hesin einkarrætturin var tikin av. At einkarrætturin varð avtikin er eisini í fullum samsvari við bæði Mannarættindaryvirlýsingina hjá ST og Europeiska Mannarættindarsáttmálan. Í hesum báðum skjølum er rættur hins einstaka til frítt at siga tað hann vil, á tann hátt, og ígjøgnum tann miðil hann hevur hug til, greitt staðfestur. Støðan fram til 20.02.98, tá ÚF og SVF høvdu einkarrætt á loftmiðlaøkinum í Føroyum, hevur sostatt verið í stríði við altjóða mannarættin. Tí átti tað at verið gleðiligt, at nýggj lóggáva er komin á økinum.
Munur á loftmiðlum
og øðrum fjølmiðlum
Men hví yvirhøvur hava nakra serstaka lóggávu fyri loftmiðlaøkið? Hetta kann tykjast margháttligt, tá eingin líknandi lóggáva er fyri aðrar fjølmiðlar so sum dagbløð, vikubløð og bøkur. Orsøkin er, at ein avgerandi munur er ímillum skrivaðu fjølmiðlarnar og loftmiðlarnar. Munurin er, at meðan einki tøkniligt mark er fyri, hvussu nógv bløð ella bøkur kunnu koma út um somu tíð, so er eitt tøkniligt mark fyri hvussu nógvir loftmiðlar kunnu senda samstundis til sama økið. Hetta kemst av, at talið av sendirásum er avmarkað.
Tøknilig stýring
er neyðug
Til tess at tryggja, at loftmiðlarnir ikki ørkymla sendingarnar, hvør hjá øðrum, kann tí vera neyðugt við eini ávísari stýring. Til tess, at fremja hesa stýring, er neyðugt at onkur myndugleiki hevur lógarheimild. Tí er neyðugt við serstakari lóggávu á loftmiðlaøkinum.
Lógin er ikki um tøkni
Tað løgna er, at Løgtingslóg nr. 22 frá 20.02.98 um kringvarp v. m. als ikki snýr seg um stýring á tí tøkniliga økinum, herundir tillutan av sendirásum. Í §29, stk.4 í lógini stendur: ?Loyvishavarin skal sjálvur útvega sær frekvensloyvi frá avvarðandi myndugleika.? Tillutan av frekvensi (t. e. tað, sum eg havi nevnt sendirás), er eitt avgreiðslumál, sum liggur í hondunum hjá fjarskiftisfyrisitingini.
?men um innihald
Harafturímóti tykist Løgtingslóg nr. 22 frá 20.02.98 um kringvarp v.m. at vera gjørd til tess at veita almennu myndugleikunum heimild til at stýra á tí innihaldsliga økinum, t.e. spurningum um hvat tilfar kann vera sent og ikki. Lógin fyriskrivar, at útbreiðsla av kringvarpssendingum einans kann fremjast við loyvi frá ?loftmiðlanevndini?. Hendan nevnd verður sett av landsstýrismanninum í loftmiðlamálum, og telur 3 limir. Loftmiðlanevndin kann veita fólki, sum søkja um hetta, eitt sendiloyvi.
Hvat er eitt sendiloyvi?
Í lógini stendur einki ítøkiligt um nær sendiloyvi kann gevast, ella hvat eitt sendiloyvi inniber. Men í §29 stk. 2 stendur, at sendiloyvi ?kann takast aftur um so er, at treytirnar í loyvinum ikki vera hildnar.? Millum tær treytir, sum vera nevndar í lógini, er, at loyvishavarin sjálvur framleiðir sendingarnar ella keypir tær frá føroyskum framleiðara. Ein onnur treyt er, at loftmiðlanevndin skal hava útskrift av sendiskránni einaferð um mánaðin.
Sum treyt fyri yvirhøvur at fáa loyvi er ásett, at umsøkjarin, yvirfyri loftmiðlanevndini, lýsir ætlaða programmvirksemi, umframt at umsóknir skulu innihalda frágreiðing um ognarviðurskifti, leiðslu, fígging og enntá eina lýsing av sendi- og framleiðsluútgerðini. Herumframt verður heimila landsstýrismanninum í loftmiðlamálum at áseta nærri reglur um treytir fyri sendiloyvum.
Til samanberingar kann nevnast, at ein og hvør kann fara undir blaðútgávu uttan at spyrja nakran eftir.
Hetta er framsøgnarfrælsi
Grein 19 í Mannarættindaryvirlýsingini hjá ST ljóðar soleiðis: ?Øll skulu vera fræls at hava sínar áskoðanir og at bera tær fram uttan forðan, og at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum vera skal, og óheft av landamarki.?
Í grein 10 í Europeiska Mannarættindarsáttmálanum stendur m.a. soleiðis: ?Øll hava rætt til framsøgnarfrælsi. Hesin rættur fevnir um áskoðanarfrælsi og frælsi til at breiða út og taka ímóti boðum ella hugsanum, uttan uppílegging frá almennum myndugleika og uttan fyrilit fyri landamørkum.?
Lógin brýtur altjóða mannarættindi
Tað ber til at staðfesta, at eitt sendiloyvi frá loftmiðlanevndini er eitt loyvi til, við ávísari sendiútgerð at senda eitt ávíst slag av tilfari, framleitt av ávísum (føroyskum) framleiðarum, við ávísari framleiðsluútgerð. Eisini ber til at staðfesta, at landsstýrið hevur heimild til at taka sendiloyvi aftur um nevndu ávísingar ikki vera fylgdar.
Um samanborið verður við omanfyri nevndu mannarættindargreinar um framsøgnarfrælsi sæst tíðiliga og greitt, at kravið um, og treytirnar fyri at fáa, sendiloyvi eru sólarklár brot á altjóða mannarættindini.
Løgmaður birtir
vón um bata
Eftir stendur, at lóggávan fyri loftmiðlar í Føroyum framvegis stríðir ímóti altjóða mannarættindum, og sum tí er fullkomiliga óhóskandi í einum demokratiskum samfelagi. Tað má tí vera at vóna, at hendan lógin verður millum teirra, sum sambært Løgmansrøðuni, skulu dagførast í verandi tingsetu.
Hoyvík 03.08.1999
Jóanes N. Dalsgaard