Tveir mans í 20'unum sótu í dag ákærdir fyri at hava smugglað hassj til Føroya, saman við einum 23 ára gomlum manni.
Annar teirra hevði lovað 23 ára gamla at heinta ein pakka fyri hann, men sendi í staðin vinmann sín. Alt endaði við, at allir tríggir blivu handtiknir við AB-vøllin á Argjum, saman við einum fjórða manni. Ein fimti, tann, sum pakkin var adresseraður til, er eisini ákærdur, men hevur ikki verið í rættinum enn.
Talan er um 1,9 kilo av hassji, sum bleiv sent úr Spania til eina adressu í Føroyum.
Tann 23 ára gamli fekk seks mánaðir fongsulsrevsing fyri hetta og onnur smærri lógarbrot, meðan hinir báðir blivu fríkendir. Annar teirra fekk tó 7.000 krónur í bót fyri at koyra uttan koyrikort og fyri at hava 10,5 gramm av hassji á sær, tá hann bleiv handtikin.
Les um alt málið og handtøkuna í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í morgin.