Oddagreinskrivarin á blaðnum hjá Heimamissiónini í Føroyum, Frants Jensen, kallar ætlanirnar hjá donum at víga samkynd í fólkakirkjuni fyri eitt beinleiðis álop á kirkjuna. Hann vísir á, at tey samkyndu tykjast hesaferð ikki at standa so einsamøll, sum tey áður hava gjørt.
-Nú eru tað eisini fleiri politikarar, ið beinleiðis vilja stuðla teimum at fáa kirkjuliga vígslu ígjøgnum politiskt. Eisini millum prestarnar tykist sum um, at fleiri hava broytt støðu, stendur í oddagreinini.
Guds orð
Frants Jensen heldur ikki, at ein meirluti av politikarunum ella meirilutin av fólkinum skal sleppa at gera av, hvat er rætt og skeivt í kirkjuni. Tað er einans Guds orð, sum er kirkjunnar grundarlag, og verður hetta grundarlag tikið burtur, so rapar restin og tá er kirkjan endaliga fokin, heldur oddagreinsskrivarin.
Hann heldur tað er av stórum týdningi, at vit standa á varðhaldi og verja kirkjuna, nú røddir eru í Danmark um at loyva vígslu av samkyndum í kirkjuni.
-Vit hava tíbetur ein biskup, sum áður hevur sagt, at hann gongur ikki inn fyri vígslu av tveimum av sama kyni. Tað sama hava fleiri prestar í Føroyum eisini sagt. Vónandi vilja teir halda fast við sína støðu og ikki víkja frá henni, nú tað tykist sum rákið er við at venda, stendur í oddagreinini