Lovað altjóða universitet í Føroyum

Nærum allir politisku flokkarnir lovaðu undir valstríðnum altjóða universitet í Føroyum. Hetta fegnast vit í MFS um. Nú er at vóna at givin lyftir verða hildin. Vit heita á allar flokkar, um at raðfesta hetta málið komandi valskeið, serstakliga teir, sum sita og samráðast. Alneyðugt er at fáa hetta við í samgonguskjalið

Hví universitet í Føroyum?

Fróðskaparsetrið bjóðar útbúgvingar á universitetsstøði, men alneyðugt er at raðfesta Fróðskaparsetrið nógv hægri. Í fyrstu atløgu halda vit tað vera neyðugt at miðsavna allar útbúgvingar og øll lesandi á einum stað. Tað fer at bera við sær, at vit kunnu menna eitt rættuligt lestrarumhvørvið í Føroyum. Við hesum høvdu fleiri valt at lisið í Føroyum. Harvið verður størri grundarlag fyri at økja um talið á útbúgvingum.

 

Eitt universitet hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Her ber til at vísa á fleiri fyrimunir. Eitt nú gevur universitetið føroyskum lesandi møguleika at taka útbúgving, ella ein part av útbúgvingini í Føroyum. Almenni og privati arbeiðsmarknaðurin kann nýta gott av hesum og hetta vil elva til, at fleiri høgt útbúnir føroyingar velja at nýta sínar førleikar í Føroyum.

 

Altjóða universtitet = Fleiri ung í Føroyum

+ Fleiri útbúgvingar

+ Fleiri høgt útbúgvin fólk á arbeiðsmarknaðinum

+ Fleiri samstørv við útlendsk universitet

+ Fleiri møguleikar til skiftislestnað millum lond

+ Fleiri granskingarmøguleikar

+ Fleiri samstarvsmøguleikar við vinnuna

 

Samanumtikið fleiri møguleikar fyri alt samfelagið.

 

 

 

Nøkur vallyfti

Flest allir flokkar hava lovað at menna hægri útbúgving í Føroyum komandi valskeið. Her ber til at lesa nøkur av vallyftunum:

 

?Fróðskaparsetrið verður ment til altjóða universitet, ið granskar og undirvísir á altjóða støði í tøttum samstarvi við universitet og lærustovnar í grannalondunum og longri úti í heimi. Lesandi taka partar av síni útbúgving í Føroyum og aðrar partar uttanlands. (Tjóðveldi)

 

Hægri útbúgvingar verða samskipaðar í ein lærdóms- og granskingarmiðdepil, Fróðskaparsetur Føroya. Tað skal tryggja samfelagnum og vinnuni viðkomandi útbúgvingar á hægsta altjóða stigi, eins og gransking verður raðfest og samskipað á hægsta stigi. (Fólkaflokkurin)

 

Fróðskaparsetrið lyftast á eitt altjóða

støði. Guðfrøðilesandi uttanfyri Danmark

javnsetast. (Miðflokkurin)

 

Vit skulu skipa hægri útbúgving og gransking í Føroyum. Málið skal vera, at øll skulu kunna byrja og enda vanligar hægri útbúgvingar í Føroyum. Føroyskar útbúgvingar skulu vera so góðar, at útlendingar koma til Føroya at lesa. (Sjálvstýrisflokkurin)

 

Granskingarumhvørvið skal mennast, og teir uppløgdu møguleikarnir skulu dyrkast, t.d.  biotøkni, matvørur, havumhvørvi og klimagransking. Vinnuháskúlin skal gerast til ein altjóða hægri lærustovn við sjóvinnuútbúgvingum. Hægri fiskivinnuútbúgving skal setast á stovn í Føroyum. (Sambandsflokkurin)