Loys málið løgmaður

Fakfeløgini, ið umboða starvsfólkið í Uttanríkisráðnum, ótolnast nú og heita á løgmann um at fáa skil á spentu støðuni í ráðnum.

Tey hava sent soljóðandi skriv til Kaj Leo Johanesen:

“Áheitan til løgmann

Fakfeløgini heita á løgmann um at loysa spentu støðuna í Uttanríkisráðnum

Løgmaður viðgerð í løtuni eitt kæruskriv um arbeiðsumstøðurnar í Uttanríkisráðnum frá deildarstjórum og umboðum fyri starvsfólkahópin. Vísandi til truplu umstøðurnar hjá starvsfólkunum, sum eru lýstar í kæruni til løgmann, veita Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya, Starvsmannafelagið og Akademikarafelag Føroya hervið sín fulla stuðul til limir sínar í Uttanríkisráðnum.

Feløgini heita á løgmann um at taka neyðug stig til eina skjóta og virðiliga loysn fyri starvsfólkini í Uttanríkisráðnum.

Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya

Starvsmannafelagið

Akademikarafelag Føroya”