Vit skulu hava tað sjálvsstýri føroyingar ynskja
-Men vil javnaðarflokkurin uppá longri sikt eina frælsar og óheftar Føroyar?
-Sambart Heimastýrislógini eru Føroyar ein tjóð. Tað hava vit einki ímóti. Tað, sum er umráðandi, er, at tú setir upp eina skipan, sum letur upp fyri møguleikum hjá føroyingum at ogna sær ta sjálvstýri, sum føroyingar nú einaferð ynskja. Nú segði Petur Mohr Dam, sáli at Heimastýrislógin gekk heilt at loysingini, men tað ivist eg í, at hon ger, tí har eru so nógvar forðingar, at tú fær ikki ment teg til loysingina. Eg síggi fyri mær eina skipan, har vit kunnu ogna okkum alt tað sjálvstýri vit ynskja, og entá endaligu loysingina, um tað til eina tíð skal vera eitt ynski hjá tí føroyska fólkinum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ikki málið hjá javnaðarflokkinum. Málið er at fáa ment hetta samfelagið til at standa á egnum beinum.
Tjóðveldismenn vilja at kunna rópa seg uppá einar suverenar Føroyar, men suvereniteturin er rættiliga ambuteraður. Fyri tað fyrsta hava teir ikki fingið tað búskaparliga frælsið. Harnæst hava vit eina røð av rættiliga týdningarmiklum málum í einum nútímans samfelag, sum eru donsk. Eyðkennið fyri eitthvørt nútímans vesturlendskt demokrati er, at tær tríggjar súlurnar, ákæruvald og rættarskipanin, eru intaktar. Tveir triðingar eru føroyskir í dag, men tann eini er perudanskur.
Tað vit siga er: lat okkum fara undir at fyrireika okkum uppá at taka ábyrgd av hesum viðurskiftum.
Vælferðin
Jóannes Eidesgaard heldur ikki búskapurin í dag loyvir okkum at taka loysing. -Tú mást tryggja føroyska fólkinum eina framtíð, sum ikki brýtur ov nógv við ta støðu tað er í í dag. Vit mugu seta hol á ein útvikling, har tú ger broytingar soleiðis, at vælferðin og gerandisdagurin hjá fólkinum ikki verður merkt ov nógv av tí.
Formaður javnaðarfloksins sigur annars, at hann er sera spentur um at síggja fyrstu fíggjarlógina hjá hesum landsstýrinum. -Eg vænti ikki hon verður so nógv øðrvísi enn tær vanligu fíggjarlógirnar. Eg rokni eisini við, at Høgni Hoydal og hansara fylgisneytar fyrr ella seinni fara at vakna til tann politiska veruleikan og síggja, hvat ber til og ikki. Tað dreymakenda, at tú frá einum degi til annan kann fara út og proklamera Føroyar sum eina sjálvstøðuga tjóð og so bráddliga dagin eftir at siga, at vit hava bert amputerað sjálvstýri, tað er einki vert. Hví ikki heldur fara inn í eitt virkið frameftirlítandi arbeiði til at útbyggja sjálvstýrið?
Nú tað verður víst so nógv til Ísland, sigur Jóannes Eidesgaard, at íslendingar í 1918 longu høvdu fyrireikað seg væl. Teir høvdu yvirtikið alt.
-Vit eru komnir nakað áleiðis, men okkum restar ein rúgva.
Samanumtikið heldur Jóannes Eidesgaard, at javnaðarflokkurin hevur tær mest realistisku vissiónirnar á sjálvstýrisøkinum. -Tær botna í nøkrum politiskum royndum um, hvat ber til og ikki.
-Hevur eitt fólk ikki brúk fyri at hava vissiónir, sum síggja longur fram og kanska ikki altíð lata seg praktisera her og nú?
-Tað er gott at hava vissiónir. Men í politiska gerandisdegnum mást tú vita, hvat tú kanst og ikki.
Javnaðarflokkurin og sjálvstýrisleiðin
-Hvat vil tú siga til tey samríkisfólk í javnaðarflokkinum, sum halda, at flokkurin við tær sum formanni er farin alt ov langt á sjálvstýrisleið?
-Javnaðarflokkurin má eisini hava ein identitet á tí økinum. Tað nyttar ikki at hava eina dupultrollu har. Tú mást velja eina kós.
-Tú hevur so valt sjálvstýriskósina?
-Eg haldi, at allir teir undanfarnu formenninir í javnaðarflokkinum hava havt tað sum kós, at tú skal fyrireika hetta samfelagið til at standa á egnum beinum - men við nøkrum galdandi premissum. Nevniliga at fólksins vælferð verður varðveitt, at vit ikki tveita okkum út í nakað, sum vit ikki kenna endan á osfr.
Føroyingar triðja floks menniskju?
-Men eru Føroyar ikki eitt annað samfelag enn tað danska, og kunnu vit tá gera krav uppá tær somu sosiallóggávur osfr. sum danir hava?
-Sjálvandi skulu vit tað. Skal loysingin merkja, at vit verða annað ella triðja floks menniskju í mun til hini Norðurlondini? Um hetta er prísurin fyri sjálvstýri og loysing, so haldi eg, at landsstýrið eigur at fara út og siga tað.
Gongdin í 1993 prógvar, at ein skal vera sera varin við at skrúva uppá ta skrúvuna, sum eitur vælferðin í Føroyum. Tað skal so ómetaliga lítið til, at vit fáa nakrar ótrúliga óhepnar fylgjur, nevniliga at fólkið í streymum flytur av landinum. Ein loysing við einum fólkatómum Føroyum kann ikki hava nakra meining.
Formaður javnaðarfloksins sigur annars um gongdina í heiminum í dag, at tey londini, sum vunnu frælsi frá tí gamla Sovjet, fara nú øll vestureftir fyri at fara inn í ein størri felagsskap. -Tað er felagsskapurin, sum gevur styrki í Europa í dag. Tí kann ein siga, at gongdin í Føroyum er eitt sindur við síðuna av tí, sum hendir á meginlandinum.
-Persónliga vil eg siga, at tað hevði verið mær ein frøði at kunna verið við til at ávirkað viðurskiftini í einum Føroyum, sum vóru búskaparliga óheftar tvs. hvar vit ongan blokk høvdu, har vit møguliga guldu fyri nakrar tænastur úr Danmark og har vit umsitingarliga vóru førir fyri at reka allar tær tænastur, sum eitt nútímans samfelag skal reka. Men framvegis tá, trúgvi eg, at vit kunnu síggja fyrimunir í einum samstarvi, og tað samstarvið haldi er rímuliga skal vera við Danmark.
-Eg trúgvi persónliga og tað hevur javnaðarflokkurin altíð trúð uppá, at samstarv gevur styrki.