Uttanfyri tjaldingarøkið møta við tveimum tilkomnum monnum í gulum vestum. Per Toftegaard og Bogi Hansen standa á vakt við tjaldingarøkið, og teir lata bara væl at.
- Her er øgiliga friðarligt at standa, og fólk skikka sær bara heilt væl. Veðrið er tó rættiliga keðiligt, so fólk eru byrjaði at pakka saman á økinum.
Hóast teir standa vakt, so hava teir fingið nakað av tónleikinum við sær, og ætla at hoyra meira.
- Tónleikurin hevur verið góður. Vit vóru her hósdagin og fríggjadagin, og mugu siga, at Lukas Graham leveraði vøruna. Vónirnar vóru ikki so stórar til Roxette, so eg fekk eina positiva uppliving.
- Í kvøld gleða vit okkum til Týr, Enekk og so sjálvandi Rock Legends, ið spæla í kvøld.