Toftamenn eru niðast á støðutalvuni, og millum tey, sum halda seg hava skil fyri tí, kennist eingin ivi at vera um, at B68 næsta kappingarár aftur fer at spæla í næstbestu deildini, hagani B68 í fjør flutti upp.
Hósdagin beit B68 rættiliga frá sær, tá ið tað við fínum hugburði og framúr arbeiði eydnaðist at røkka 2-2 á heimavølli ímóti FM favorittunum í Víkingi. Tað var heilt merkisvert, at avrikið og úrslitið varð rokkið við tveimum spaniumonnum og níggju ungum toftamonnum.
Albert Róin Johannesen noyddist vøddaksaddur av vøllinum longu, tá ið eitt korter var farið ímóti Víkingi. Hann er ikki tøkur ídag. Undan kappingarbyrjan varð Ivan Joensen leigaður úr KÍ og út á Toftir. Hann hevur fyri tað mesta verið skaddur higartil í ár, og nú er hann givin á Toftum.
Hóast skaðalistin er langur í B36, so eydnaðist tað hósdagin at vinna tepran sigur á Argjum. Tá varð skaðalistin longdur við einum navni – Lukasz Cieslewicz. Síðani hevur lyklaspælarin framum allar aðrar í B36 verið til kanningar, og teir draga andan lættari, tí tað vísir seg, at talan er ikki um álvarsaman knæskaða. Tó er tað greitt, at Lukasz verður ikki við í dag og neyvan heldur næsta sunnudag.
Aðrir á B36 skaðalistanum eru Høgni Madsen, Hanus Thorleifsson, Sebastian Pingel, Jákup á Borg, Hørður Askham og Robert Heðin Askham. Sum steinur oman á byrðu er Benjamin Heinesen leikbannaður, tí hann hevur sæð gult fýra ferðir.
Onkur í B36 hevur havt á máli, at kanska skuldi venjarin sjálvur verið á spælaralistanum. Tað verður hann ikki, tí spæliloyvið hjá honum er í KÍ!
20. mars vann B36 4-1 á Svangaskarði.