Lutakast: Fíggjarligur vinningur til HB

Formaðurin í HB fegnast um lutakastið og væntar at felagið verður styrkt fíggjarliga

FM vinnararnir frá úr í fjør skulu spæla móti Lincoln FC úr Gibraltar í Champions League. Hetta er fyrstu ferð, at feløg úr Gibraltar eru við í UEFA kappingum. Fyri HB er talan um eitt gott lutakast.

 

Les eisini: Her er mótstøðan hjá HB

 

-       Vit vónaðu at sleppa undan at fara til Armenia. Hinir møguleikarnir vóru San Marino og Gibraltar, og tað bleiv so Gibraltar, sigur Finnbogi Arge, sum frammanundan hevði ynskt sær felagið úr Gibraltar sum mótstøðu lið.

 

Les eisini: Europa League lutakastið

 

HB fær 2,6 milliónir krónur fyri at vinna FM og luttaka í undankappingini til Champions League. Koma teir víðari, so fáa teir 1,3 milliónir afturat, so samlaða upphæddin verður 3,9 milliónir krónur um HB also kemur víðari.

 

-       Tað kostar at ferðast, so sjálvt um tú fær ein fíggjarligan vinning, so skalt tú ronkað við, at helmingurin skal til ferðaútreiðslur, sigur Finnbogi Arge, sum ikki vildi gera stórvegis viðmerkingar til søgurnar um, at HB er í holt við at tryggja sær Jóan Símun Edmundsson frá AB.

 

Fyrri dysturin verður 1. ella 2. juli, meðan seinni dysturin verður 8. ella 9. juli.