Óluva Johannesen, sum býr á Signabø, hevur stóran tokka til hundar – ikki minst lítlar, fittar chihuahua-hundar. Hon eigur ikki færri enn 11 hundar, umframt at hon venur aðrar hundar, sum hon hevur í húsinum.
- Hundar eru ótrúliga fittir. Summi halda kanska, at 11 hundar eru nógv, men eg haldi ikki, at tað er for nógv, sigur hon.
Óluva hevur nógvar chihuahua-hundar. Teir eru lítlir og fittir og skulu viga millum í mesta lagi 3 kilo.
Lítlir hundar hittast
Óluva Johannesen er hundaalari, og hon er eisini instruktørur hjá teimum, sum hava hug at venja og ala hundar í Føroyum. Óluva arbeiðir serliga við chihuahua og Yorkshire terrier hundum.
Tann 14. mars verður skipað fyri hundatreffi millum hesar smáu hundar. Fólk og hundar møtast við Royndarstøðina í Kollafirði. Tey, sum vilja vita meira um tiltakið, kunnu leita inn á heimasíðuna huff.dk