Lykilin til framtíðina

Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið
----

Mitt í rokanum av tíðindum um ES boykott, svartar og reyðar boykottlistar í Rus­landi, tí stóra makrel­stovninum, sum kann broyta ferðingarmynstur nær sum helst, niðurbræðingini av línufiskaríðinum, áralangum landskassahalli, og ikki minst boðunum um eina hóttandi og áhaldandi fólkafráflyting, frættist brádliga, at altjóða oljufelagið BP hevur gjørt eina stóra íløgu í føroysku íverksetarafyritøkuna Deci­sion3.
Tað, sum byrjaði sum eitt reint hugskot hjá Ólavi Simonsen um eina skipan, sum betrar trimmið á skipum við oljusparingum fyri eyga, er nú endað sum ein real­ist­iskur gjøgnumbrots møgu­leiki fyri eina nýggja fyri­tøku á altjóða markn­að­in­um, við BP sum stra­teg­isk­um íleggjara. Áðrenn tað, varð hugskotið ment til eina prototypu av íverk­setara­fyritøkuni Decision3, sum varð fíggjað av føroyskum venturegrunnum.
Nýbrot
Her er talan um eitt satt ný­brot, tí við hesum hava vit fingið eina nýggja og týdningarmikla ressursu á banan. Nevnliga ta ressurs­una, sum ger tað møguligt og lutfalsliga skjótt at koma tann langa vegin frá reinum hugskotum til nýggjar fyri­tøkur.
Tey samfeløgini, sum duga hetta væl, eru tey innovativu samfeløgini í heiminum í dag, og tað kann ikki undra nakran, at tey klára seg nógv best. Sambært World Economic Forum sá topp fimm listin í 2013 soleiðis út: 1. Sveis 2. Singapore 3. Finland 4. Týskland 5. USA.
Tað verður spennandi at síggja, hvørja menning íløgan hjá BP kemur at skapa í Decision3, og um felagið fer at gerast ein vakstrarfyritøka, tí, í tí kunnu liggja fleiri nýggj og spennandi arbeiðspláss.

Rætta vegin
Tað gongur avgjørt tann rætta vegin í Føroyum í dag, men skal tað eydnast á hend­an hátt at fáa skapt nógv nýggj arbeiðspláss komandi árini, so mugu teir stóru og ressursusterku aktørarnir í Føroyum av álvara inn á banan og vera við til at taka eina felags ábyrgd av innovatiónini, samstundis sum fleiri kavabóltar mugu á rull:
- Vit mugu hava nógvar føroyingar, sum vilja gerast entreprenørar við atgongd til góða ráðgeving, tí av roynd­um vita vit, at fleiri ver­kætlanir detta niður fyri aftur;
- vit mugu halda fram við arbeiðinum at stimbra kreativitetin og mentalu íverksetaravøddarnir hjá skúla­ungdóminum, so at tað alla tíðina verður ein stór tilgongd av ungum íverk­setum;
- vinnulívið má fáa betri møguleikar at stuðla íverksetara ætlanum, millum annað við at gera slíkan stuðul skattafrían. Hartil eiga vinnan og almenni sektorurin at gera avtalur um krónu fyri krónu íløgur/fígging í íverksetaraætlanir og í kreativar fysiskar karm­ar, sum optimera samstarv og innovatión;
- vælvitandi at Facebook, Google ella Apple neppa høvdu eksistera í Silicon Valley uttan tað almenna Stan­ford University, er tað inn­lýsandi neyðugt at uppbyggja eitt gott gransk­ingar- og universitets­um­hvørvi (R&D);
- vit eiga eisini at fremja avbyrokratiseringar í al­mennu kørmunum kring íverk­setan, eitt nú við einki gjald at taka fyri stovn­an av nýggjum íverk­setara­fyritøkum, við eini fimm ára skattafrítøku fyri allar nýggjar íverksetarafyritøkur, eini munandi einfaldari rokn­skaparlóg, skattafríari uppsparing hjá ungum, sum vilja spara upp til íløgur í íverksetan, við at innføra starvslønir til íverksetarar við góðum hugskotum, og við at umleggja arbeiðs­loysisstuðulin til aktivan íverksetarastuðul.

Innovatión ein felags ábyrgd
Við øðrum orðum: tað er ikki nóg gott, at onkur tek­ur sær av innovatiónini í sam­felagnum! Í nýggjastu árs­frágreiðingini hjá World Economic Forum, The Glo­bal Competitiveness Report 2013-14 (weforum.org) verður pointerað, at fokus á innovatión, sum eini felags ábyrgd hjá leiðarum í privata vinnulívinum, í almenna sektorinum og annars úti í samfelagnum, og viljin til samstarv og íløgur í nýggj hugskot, er avgerandi neyðugt í altjóða kappingini millum tær fremstu tjóðirnar í dag.
Tess effektivari vit verða til innovatión, og tess fleiri hugskot vit fáa ment til fungerandi prototypir, og jú fleiri venturekrónir tískil kunnu investerast, jú betri eru vit í veruleikanum til at benchmarka okkum við tær fremstu íverksetaratjóðirnar í heiminum.

Eina framtíð í Føroyum
Í hesum liggur lykilin til framtíðina, tí tað er í íverk­setarafyritøkum, at tey flestu nýggju - og oftast innovativu - arbeiðsplássini verða skapt, og tað eru slík arbeiðspláss, sum fáa vælkvalifiseraða arbeiðsmegi til at velja eina framtíð í Føroyum.
BP íløgan í Decision3 er ein inspirerandi søga, sum vísir hvørjar møguleikar, íverksetan kann hava fyri Føroyar.
Nú er tíðin komin til at seta fulla ferð á innovatiónina og rokni eg við, at 2014 kemur at verða eitt áhugavert ár í so máta.
Føroyar er eitt lítið land og vit eru fáment. Men vit hava atgongd til nógvar møguleikar, og ein av teim­um tungu lyklunum í lykla­ringinum til framtíðina er innovatión!
Við ynski um eitt fram­taksríkt 2014