Seinnapartin klokkan 17.15 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum B36 og EB/Streym á ovara vølli í Gundadali í Havn.
B36 er nummar fýra í deildini við 16 stigum, og EB/Streymur er nummar seks við 13 stigum.
Hóast EB/Streymur vann 2-1 á B36 á sama vølli fyri bert trimum vikum síðani er B36 merkiliga stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 1,29 og 1,33.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,75 og 5,10.
Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 7,20 og 8,69.