Lyklaspælari heldur fram í NSÍ

NSÍ hevur í kvøld kunngjørt, at ein av landsliðsspælarunum heldur fram í felagnum

Tað gongur væl í NSÍ í hesum døgum. Liðið er við í FM stríðnum og hevur vunnið sær pláss í steypafinaluni. Í kvøld hevur felagið longt sáttmálan við landsliðsspælaran Pól Jóhannus Justinussen.

 

- NSÍ hevur í dag skrivað undir nýggjan 2-ára sáttmála við Pól Jóhannus Justinussen. Hetta merkir, at Pól Jóhannus eisini spælir við NSÍ í kappingarárunum 2016 og 2017, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.

 

Pól Jóhannus hevur verið ein týdningarmikil góðu gongdini hjá NSÍ í ár. Tað fjala tey heldur ikki í NSÍ

 

- Við sínum royndum og styrki, so er hann ein undangongumaður hjá gula liðnum úr Runavík. Hann er eisini fastur maður í landsliðshópinum, skrivar heimasíðan hjá felagnum og leggur afturat;

 

- Pól Jóhannus kann spæla nógvastaðni á vøllinum. Í ár hevur hann spælt á vinstra bakki, men seinastu nógvu dystirnar hevur hann spælt á miðjuni. Fleiri av dystunum hevur hann spælt sum offensivur miðvallari, og hevur hann skotið heili 8 mál í landskappingini í ár. Hartil fekk hann tvey mál í heimasigrinum ímóti Linfield í Europa League.

 

NSÍ boðar eisini frá, at felagið nú hevur 12 spælarar, ið hava sáttmála fyri komandi kappingarár eisini. NSÍ tykist av álvara at vera komið fyri seg, eftir niðurgangstíðir fyri bara fýra árum síðani. Sunnudagin spæla teir oddadyst móti B36 í Gundadali.