Lýsa eftir umsøkjarum til gransking í matveitingartrygd

NordForsk lýsir eftir umsóknum til granskingarskránna, Norðurlendskar og baltiskar loysnir fyri matveitingartrygd. Tilsamans 77 mió. kr. eru leysar at søkja hjá norðurlendskum granskarum

Granskingarskráin er ment í samstarvi millum luttakandi partarnar í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Estlandi og Litava.

 

Granskingarráðið skrivar, at Føroyar luttaka við egnari fígging, og føroyskir granskingarstovnar kunnu søkja um stuðul á jøvnum føti við granskarar úr hinum londunum.

 

Yvirskipaða endamálið við útboðnum er at stuðla granskingar- og nýskapanarverkætlanum, ið styrkja matveitingartrygdina í Norðurlondum og Baltalondum við øktari krepputilbúgving, sterkum stuðulsskipanum og broyttari brúkaraatferð.

 

Málið er bæði at stuðla verkætlanum, ið fevna um virðisketur á landi og á sjónum.  

 

Luttakarar úr í minsta lagi trimum Norðurlondum ella í minsta lagi tveimum Norðurlondum og einum Baltalandi skulu vera við í hvørjari verkætlan. Í minsta lagi tveir granskingarstovnar og ein ikki-akademiskur luttakari skulu vera í hvørjari verkætlan.

 

Hvør verkætlan kann í mesta lagi fáa 10 mió. kr. í stuðli.

 

Freistin fyri at søkja um stuðul til granskingarverkætlanir um matveitingartrygd í Norðurlondum og Baltalondum er 2. desembur 2026. 

 

NordForsk skipar fyri netfundi um útboðið 19. august 2026 kl. 9 føroyska tíð.

 

NordForsk útboðið um matveitingartrygd í Norðurlondum og Baltalondum í fullari longd sæst her.