Møguleiki fyri enn eini sak móti City

Tað er ein møguleiki fyri, at UEFA kemur við enn eini sak móti Manchester City

Evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur dømt Manchester City fyri brot á Financial Fair Play (FFP). Felagið hevur ikki uppgivið røtt tøl í sambandi við stuðulsavtalur í tíðarskeiðnum 2012 til 2016, og hareftir ikki samarbeitt í málinum. Revsingin er at Manchester City er útihýst úr øllum evropesiskum kappingum komandi tvey árini, galdandi kappingarárini 2020/2021 og 2021/2022.

Í løtuni kannar enska Fótbóltssambandið um brotið eisini skal revsast í Premier League samanhangi. Tað kundi verið við bót ella enn verri, við at frátaka stig og møguleika vunnin meistaraheiti. Tað hendi millum annað í Italia í 2006, tá Juventus fekk frátikið tvey meistaraheiti og bleiv sent niður í Seriu B.

 ##med2##

Tað nýggjasta frá The Guardian, ið fylgir málinum, er at UEFA nú fer at hyggja eftir tølunum frá 2016 og fram. Tað kann merkja, at um UEFA kemur fram til at Manchester City eisini hevur snýtt við tølunum í tíðarskeiðnum eftir 2016, so verður talan um eina nýggja sak.

Manchester City hevur longu boðað frá, at felagið alt anna enn góðtekur dómin frá UEFA og hevur kært til ítróttardómstólin, CAS, í Sveis. Felagið heldur fyri, at viðgerðin frá UEFA hevur verið órættvís. Nú er vandi fyri, at felagið kemur sær í enn fleiri trupulleikar.