Møguliga heil-ensk finala í Europa League

Tað er framvegis ein møguleiki fyri, at tað verður ein heilensk finala í Europa League í ár. Enskur fótbóltur hevur fingið eitt sindur av eini uppreisn, nú seks ensk lið hava vunnið seg í kvartfinalurnar í Champions League og Europa League.

 

Nú lutakastið í Europa League er liðugt, er tað enn gjørligt, at Chelsea og Arsenal fara at hittast í finaluni í Baku í mai. Tvey sponsk lið eru eisini í kvartfinaluni, men tey skulu spæla móti hvørjum øðrum.

 

Somuleiðis háttaði lutakastið seg soleiðis, at venjarin hjá Chelsea, Maurizio Sarri, kann møta sínum gamla felagið, Napoli í finaluni.

 

Soleiðis er lutakastið:

Arsenal - Napoli

Villareal - Valencia

Benfica - Eintracht Frankfurt

Slavia Prag - Chelsea

 

Semifinalurnar verða soleiðis:

Arsenal/Napoli - Villareal/Valencia

Benfica/Eintracht Frankfurt - Slavia Prag/Chelsea

 

Kvartfinalurnar verða spældar 11. og 18. apríl, semifinalurnar 2. og 9. mai og finalan 29. mai.

 

Upptakt:

Tvey ensk, tvey sponsk, eitt italskt, eitt portugisiskt, eitt týskt og eitt tjekkiskt lið eru komin í kvartfinalurnar í Europa League. Talan er um Arsenal, Chelsea, Napoli, Villareal, Benfica, Valencia, Slavia Prag og Eintracht Frankfurt.

 

Lutakastið í dag er púra opið. Tað vil siga, at øll kunnu møta øllum. Somuleðis verður drigið til hálvfinalurnar, so at feløgini aftaná í dag, vita hvussu vegurin til finaluna sær út. Einasta treytin er, at Arsenal og Chelsea ikki bæði kunnu spæla á heimavølli sama dag.

 

Unai Emery, venjari hjá Arsenal, hevur vunnið Europa League tríggjar ferðir fyrr, tá sum venjari hjá Sevilla. Verður hann tann fyrsti, at vinna finaluna fýra ferðir? Sevilla tapti heldur óvæntað í gjár móti Slavia Prag. Sigursmálið til 4-3 kom í 119. minutti.

 

Chelsea, Eintracht Frankfurt og Villareal hava ongan dyst tapt higartil í kappingini.

 

Finalan verður í Baku í Aserbadjan, 29. mai. Tað liðið, ið vinnur Europa Leagur, sleppur at spæla í Champions League næsta ár.