Mál og Mið

Í vikuni vóru tvær stevnur hildnar, har landsins mál og mið vórðu viðgjørd. Onnur var um samspælið millum politikk og fyrisiting, hin um grundlógararbeiðið

Kári á Rógvi
????????????
Marjun Hanusardóttir løgmansstjóri greiddi frá í fyrilestri á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum mánadagin, hvussu týðandi tað er at vit semjast um grundleggjandi felags virði. Hjá fyrisitinigni, ið skal tæna politikarum úr øllum flokkum og vera til tænastu hjá fólkinum, er tað týðandi at seta orð tey virði, tær grundreglur og mannagongdir. Hesar skulu binda saman fyrisitingina og tryggja áhaldandi góða fyrisiting.
Hvørji virði tjóðin øll hevur, og hvussu landið Føroyar skipar seg var til viðgerðar á fundi, sum Havnar Framburðsfelag skipaði fyri týskvøldi. Har var orðaskifti um fyrra flaggdagsáltið hjá grundlógarnevndini. Nevndin hevur lagt upp til at samtykkja stjórnarskipan fyri Føroyar, sum skal koma í staðin fyri stýrisskipanarlógina. Uppskotið um stjórnarskipa ger nógv burturúr at orða mannarættindi, valdsavmarkingar, grundreglur og onnur politisk og samfelagslig virði, uppskotið fer tí nóg longri og víðari enn stýrisskipanarlógin.
Súsanna Danielsen løgtingsstjóri tók til á fundinum, at løgið var at fyrra flaggdagsálitið og uppskotið til stjórnarskipan ikki vóru meira umrødd, tí tey var nógv meira provokerandi enn uppskotið til ríkisflagg, sum hevur fingið nógva umrøðu.
Lille kat på vejen
Men fyrst nøkur orð um forvitnisligan gest á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Poul Schlüter fyrrverandi forsætisráðharri helt røðu um fyrisitarar og politikarar. Tá eg hoyrdi Schlüter hugsaði eg um tað skeltið, sum ofta er at síggja at arbeiðsplássum víða íkring. Har plagdi millum annað at standa, at praksis er tá alt riggar, men ongin veit hví.
Danska skipanin er týðiliga av hesum slagi. Schlüter hevði alt gott at bera embætisfólki sínum og donsku skipanini, men dugdi ikki at siga, hví skipanin er so góð. Samstundis ávarðaði hann ímóti svensku fyrisitingarskipanini, men dugdi heldur ikki at seta orð á hví. Eisini helt hann bretsku sjónvarpsrøðina Yes Minister vera sera góða óhugnaliga nær veruleikanum, uttan nevna eitt einasta dømi um akkurát hvussu sendirøðin kann vera okkum til læru og áminning.
Hesin maður, sum í síni tíð lat okkum undirgrundina, uttan at vilja siga hví, lýsti ymiskt í donsku skipanini og helt ferð eftir ferð, at talan var um ?rigtigt princip? ella um ?god ordning? ? men uttan nakrantíð sannførandi at siga, hvussu hesar skipanir virkaðu og serstakliga, hvussu tær kundu verið fluttar í onnur lond.
Røðan var borðin væl fram og stundum skemtilig, men minti meg á ráðstevnu, eg á sinni var á hjá grønlensku sjálvstýrisnevndini. Har vóru mangir serfrøðingar, ið høvdu skrivað drúgvar greinar og hildu forvitnisligar røður. Har var eisini fyrrverandi ráðharrin Isi Foighel, ið sat saman við Schlüteri í stjórn. Hann lat onga skrivaða grein frá sær, greiddi meira frá hvat hendi nær í tilgongdini við grønlendsku heimastýrisskipanini. Hinir frøðingarnir vildu hava hann at seta orð á, hví og hvussu tað bar til at geva Grønlandi sumt vald og summar heimildir og ikki aðrar. Hvør var nú støða Grønlands?
Isi tók tá til orðanna og lýsti støðu Grønlands við yrking hjá Piet Hein:
Lille kat, lille kat,
lille kat på vejen,
hvis er du, hvis er du?
Jeg er da min egen!

Sera hugvekjandi og fitt, men lýsti í grundini støðuna hjá mongum dønum, serliga juristum, skipanin riggar, men teir duga ikki siga hví ? tí er best at hylja støðuna í retoriskum royki.
Hetta skal ikki misfatast sum at eg ikki haldi at danska skipanin riggar. Tað ger hon. Men danska politiska og fyrisitingarliga skipani er fyrst og fremst komin fram í siðvenju. Mangar ólukkur hjá okkum standast av, at vit taka til okkara orðingar úr donsku skipanini og seta tær í gildi uttan at gáða eftir donsku siðvenjuni.
Ikki minst í hesum í hesum døgum, tá kjakast verður um grundlóg ríkisins og uttanlandsheimildir er tað hugstoytt, at vit ikki gløggari fata donsku skipanina og hepnari nýta okkara egnu at náa innanhýis semju.
Tá kunnu vit sanniliga læra av praksis hjá dønum. Ein søgan er um Schlüter, tá danir í 80?unum kjakaðust um atomvápn skuldu setast á danska jørð. Hin gløggi Schlüter merkti at undirtøkan var ikki nóg mikil fyri hesum, tí segði hann á stjórnarfundi, at hann helt, at ?vit bíða við at seta upp fleiri atomvápn, til tey, vit hava, eru brúkt.? Fundurin endaði við látri og uttan nakrar kreppu og uttan ov nógv bindandi skjøl fekk forsætisráðharrin við viðmerking síni bæði blíðka vinstraveingin og samstundis kyrra høgraveingin.
Okkara millum
Áhugaverdari enn at hoyra um danska praksis var á stevnunum báðum at hoyra okkara egnu fólk greiða frá. Vit eiga sera mangar gløggar eygleiðarar, ið bert ov sjálvdan eru at hoyra alment og helst ikki hava stundir, og verða ei heldur nóg ofta bidnir at greiða frá vitan og royndum sínum.
Til dømis Tummas Arabo, ið hevur havt sera týðani og gjølla umhugsaða grein um játtanarskipan og grunnar á tinghelluni, ið tíverri ongin hevur gjørt viðmerkingar til. Á ráðstevnuni í norðurlandahúsinum nært Tummas við týdningin av at fáa fleiri prinsippiellar dómar, ið kunnu vegleiða fyrisitingina og loysa tulkingarspurningar í lóggávu. Tummas skeyt upp at játta pengar til slík rættarmál, tí hóast tey beinleiðis bert hava við einstakling at gera, kunnu almennu tulkingarnar í dóminum hava týdning fyri mong onnur.
Slíkir tankar eru sera við-komandi at arbeiða við, serliga hesum døgum, tá semja er fingin um at vit kunnu yvirtaka rættarskipan upp til landsrætt og harvið stovna okkara egna landsrætt við gløggum og royndum lógkønum dómarum.
Herálvur Joensen, ið sjálvur er sera gott boð uppá ein av fyrstu landsdómarum okkara, dugdi at gera spurningin um felags virðisgrundarlag ítøkiligan. Serliga nært hann við, hvussu vit eiga at leggja avgerðarmál í lægri stovnar, meðan tær hægru, stjórnarráðini við politikarum á odda, fyrireika og taka støðu til størri og framtíðar spurningar.
Fleiri vístu á, at málsviðgerð og ikki minst kærumálsviðgerð í stjórnarráðunum forðar teimum í at fyrireka lógaruppskot, gera á lóg í kunngerð og taka prinsippiella støðu til virðispurningar og valmøguleikar av týdningi.
Til stuttleikar er at nevna, at júst hetta uppbýtið er staðfest í svensku stjórnarskipanini, sum tí hóast úttalilsini frá Schlüteri mann hava sínar góðu eginleikar. Hin snúðni Finnbogi Ísaksson, ið manga gløgga eygleiðing hevur havt her á tinghelluni, segði seg ikki vita av frábrygdum í svensku skipanini í mun til ta donsku.
Hetta talar føroysku fyrisitingini til lítlan sóma, at ting- og landsstýrismaður ígjøgnum nærum hálva øld ikki verður kunnaðar við skipanirnar í øllum grannalondum okkara, men bert við tær donsku. Tá var tað ein frøi at hoyra Jóannes Hansen greiða frá, hvussu grundlógararbeiðið var merkt av, at tey fólkavaldu vórðu kunnaði um mangar aðrar skipanir og denturin var lagdur á analysuna heldur enn bert á vitan.
Júst greiðningin, analysan ? at skilja hví ? er neyðug, skulu vit ikki bara ørkymlast av royndunum hjá øðrum.
Í so máta skuffaði innleggið hjá Leifi Abrahamsen, sum nærum bert tosaði um vitan, vit skulu savna vita og flyta vitan. Tá kommunurnar taka yvir málsøki, krevst teimum vitan. Hetta er sera vandamikið, og besta dømið um hetta er grunnaálitið, sum Leif nevndi uttan at greiða frá hví tað var so gott. Í veruleikanum ber grunnaáltið navnið av røttum tí tað er so grunt, ikki tí tað er um grunnar. Nýlig grein í lógarritinum er symptom uppá hesa einsíðugu fokusering uppá vitan. Eftir drúgvar lýsingar av beskrivilsum hjá donskum professara av eyðkennunum hjá privatum grunnum í Danmark, verður niðurstøðan gjørd, at almennir grunnar í Føroyum áttu at verið meiri sum teir privatu donsku. Punktum. Her er nyttuleys umenn rúgvusmikil vitan, men ongin greiðan, fatan ella analysa. Tey, ið vilja vita, hvussu galið tað kann ganga, tá vitan og ikki fatan ráða, kunnu hyggja at tingmálinum málinum um ALS, sum møguliga kann føra við sær at helst størsta fyrisitingarliga nýbrotið í føroysku søguni fær skaða ella fer fyri onki ? bert tí stýrisskipanaráltið og grunna álitið byggja á teori, ið er tilogna sum vitan heldur enn fatan.
Vónandi fáa vit í Føroyum ment eina skipan, har alt riggar og vit vita hví ? og ikki eina, har onki riggar, uttan at vit vita hví.