Í málbilinum á fjarðastevnu

Til hvørja stevnu stendur ein stórur trailari á sjálvum málinum. Hetta er sonevndi málbilurin, har nakrir av teimum, ið hava høvuðsábyrgdina av kappróðrinum, sita. Í málbilinum á keiøkinum í Vestmanna, var stórur aktivitetur leygardagin. Máldómararnir, sum skulu staðfesta í hvørjari raðfylgju bátarnir koma inn, høvdu eina trupla uppgávu, tí fleiri av róðrunum vóru sera tættir

Tá ið vit koma inn í málbilin, eru seksmannafør við kvinnum farin út á startin, og startdómarin er júst farin at leggja teir. Ígjøgnum eitt radio hoyra vit hvat startdómarin sigur. Hann tykist fryntligur, bjóðar manningunum vælkomnum á fjarðastevnu, og biður bátarnar taka í startin.
Inni í bilinum sita tveir mans og skriva tíðirnar hjá undanfarna róðri, sum vóru 5 mannafør við dreingjum. Tíðirnar síggja teir á videoupptøkunum, sum koyra við slowmotion. Síðani verða tær skrivaðar á ein lepa, sum verður hongdur uttaná bilin.
Ein annar fyllir tveir revolvarar við krúti, meðan ein fjórði setur seg væl tilrættis, mitt inni í trailaranum. Hansara uppgáva er at hyggja at mállinjuni, og rópa tølini á bátunum, so hvørt sum teir koma inn um linjuna. Menninir eru allir sera fryntligir, og greiða frá meðan teir arbeiða.
? Til allar kappróðrarnar eru tveir høvuðsdómarar. Ein er á sjógvi og ein er á landi. Tann á sjógvi hevur ábyrgdina av at leggja bátarnar, at eingin tjóvstartar og at bátarnir stýra beint. Hann siglir aftanfyri bátarnar allatíðina, og sigur teimum í hvørt borð teir skulu stýra, um teir eru um at fara út av kós. Man kann siga, at hann hevur høvuðsábyrgdina av øllum sum fyriferst á sjógvi, greiða teir frá.
? Á landi situr so hin høvuðsdómarin. Hann syrgir fyri, at alt gongur regluliga fyri seg á landi. Hansara uppgáva er at samskipa allan róðurin og halda skil á. Undir róðrinum er hann inni í hesum bilinum.
Teir siga, at afturat høvuðsdómarunum eru nógv fólk í sving, táið kappróður er á skránni. Teir plaga at vera eini 6 frá róðrarsambandinum og umframt teir, eru eini 30-35 fólk knýtt afturat róðrinum. Hesi koma sum oftast frá lokalu róðrarfeløgunum, og hava ymiskar uppgávur. M.a. eru nakrir, sum eru úti í báti á startinum, og hjálpa startdómaranum at leggja bátarnar.
? Á startinum hava vit eisini fólk á landi, sum hava samband við dómaran. Av landi fæst eitt betur yvirlit yvir allar bátarnar, so betur sæst um onkur bátur liggur skeivt ella um onkur tjóvstartar. Her á málinum hava vit so eisini nógv fólk. Síðani er onkur, sum skal leggja startirnar út og onkur skal selja billettir, fyri bert at nevna nøkur. Tað eru nógvar uppgávur í sambandi við ein slíkan dag, greiða teir frá. Ein annar brýtur inn, og sigur, at tað ikki bert er sjálvan stevudagin, at nógv er at gera. Í Vestmanna hava teir arbeitt við at fyrireika róðurin í eina heila viku, so tað er nógv sjálvnboðið arbeiði tilsamans.
Framvegis hoyra vit startdómaran, sum leggur bátarnar. Nú er hann farin at tosa týttari, og tað plagar at vera tekin um, at nú fer skotið at koma hvørja løtu. Men á málinum eru teir púra róligir, og teir tykjast hava tamarhald á støðuni.

Málið er matrikulerað
? Sum sagt eru tveir høvuðsdómarar til hvørja stevnu. Róðarsambandið hevur trý høvuðsdómarapør, sum skiftast at hava ábyrgd av stevnunum. Tað eru sostatt teir somu høvuðsdómararnir, sum ganga aftur. Á hendan hátt, fæst ein so regluligur róður sum gjørligt. Dómarapørini plaga eisini at býta uppgávurnar soleiðis, at tað er tann sami, sum er í bátinum, hvørjaferð teir eiga tørn, meðan hin so er á landi hvørjaferð. Man kann siga, at teir specialisera seg til uppgávurnar ávikavist á sjógvi og landi, siga teir.
Róðrarsambandið hevur verið fyri hørðum ákoyringum fyri nakrar av róðrunum í ár, men í dag vænta teir í málbilinum ikki, at so fer at verða. ? Líkindini eru góð í dag, og tað gongur væl at leggja bátarnar. So eg vænti ikki at hetta fer at verða so drúgt, sum tað onkuntíð hevur verið.
Hetta er ikki meiri enn talað, tá vit hoyra startdómaran rópa "klárar", og skjóta fyri seksmannaførunum við kvinnum.
Ein tráður er spentur av takinum á trailaranum, og niður í lúkuna aftan, sum stendur opin. Hetta er tað, sum á videoupptøkunum er sjálv mállinjan. Hinumegin fjørðin, á Válinum, sæst ein reyð málstong.
? Málstengurnar eru matrikuleraðar, so á tann hátt vita vit altíð akkurát hvar vit skulu seta hendan bilin og málstongina hinumegin fjørðin. Vit kunnu ikki flyta tær ein cm. Tað sama við startstongunum. Um tú fert útum og hyggur, sært tú, at ein króna er løgd niðurí keiina. Tað er markið. Matrikulnummurini fyri allar kappróðrarstartir og -mál í landinum liggja niðri á matrikulstovuni. So tað er ikki heilt tilvildarligt hvussu málini síggja út, siga teir.
Seksmannaførini fara at koma inneftir nú, og eg seti meg við síðuna av honum við revolvarunum. ? Eg havi leyst krút í, so tað er eingin vandi á ferð, sigur hann. ? Eg skal bara skjóta, so hvørt sum máldómarin rópar tølini á bátunum upp. Hann heldur eyga við mállinjuni, og eg skal bara skjóta so hvørt sum hann rópar.
Bátarnir koma inneftir við rúkandi ferð. Kvinnurnar hava sett endaspurtin í gongd, og við eitt hoyrist eitt gallróp frá máldómaranum: "Nr 4". Hann hevur ikki meiri enn talað, táið skotið smellur, og Jarnbardakvinnurnar kunnu taka árarnar inn, aftur hesuferð sum fremsti bátur. Teir báðir halda á at rópa og skjóta inntil allir bátarnir eru komnir inn um málið. Ein stendur aftanfyri við pappíri og penni, og noterar nummurini, so hvørt sum tey verða rópt upp. ? Vit gera okkum altíð stóran ómak við at fáa raðfylgjuna á bátunum noteraða, eisini uttan nýtslu av teknikkinum. Alt verður filmað, so tað er í grundini ikki neyðugt, men í so fall, at teknikkurin svíkur, so hava er hetta ein trygd, siga teir.
Nú fara teir aftur í gongd við at skriva tíðirnar upp, so kvinnurnar um eina løtu kunnu síggja tíðirnar hanga uttanfyri á bilinum.
Í radionum hoyrist nú startdómarin bjóða 5-mannaførum við gentum vælkomnum á fjarðasevnu, og hann biður tær taka í startin. Menninir í málbilinum fara so smátt at gera seg klárar til næsta róður.