Mælir til tiltøk ímóti Føroyum og Íslandi

Skotska sjómannafelagið tekur undir við, at ES setir handilslig tiltøk íverk ímóti Føroyum og Grønlandi orsakað av trætuni um makrelin í Norðuratlantshavinum.

Ian Gatt, sum er formaður í felagnum, sigur við blaðið The Guardian, at ES og Noreg hava skotið upp at broyta verandi kvotubýti, men at føroyingar og íslendingar halda fast um teirra krøv. Skotski sjómannafelagsformaðurin sigur, at tíðin er komin til at staðfesta, at tað nyttar ikki at halda fram við samráðingunum, og at nú eru bara revsitiltøk eftir.

Steve Norton, sum umboðar fiskakeypararnar í Grimsby, ávarar ES ímóti at byrja eitt nýtt fiskivinnustríð við at forða fyri, at føroyskur og íslendskur fiskur koma á marknaðin, tí tað kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri fiskaídnaðin í Grimsby, sigur hann.