Mánadagsdystur í Havn

Annan dagin á rað verður talan um toppdyst í Gundadali mánadagin

Upptakt

Hava havnarfólk hug at síggja toppin av føroyskum fótbólti, so skuldu møguleikarnir fyri hesum verið góðir um vikuskiftið.
Sunnudagin eru tað liðini, sum í løtuni eru nummar eitt og fýra, sum fara at dystast, og mánadagin verða tað so tey, sum í løtuni eru á øðrum og triðja plássinum, sum skulu í eldin. Ein dystur, sum ? alt eftir úrslitinum sunnudin ? kann bera eitt nýtt oddalið við sær.

At kalla allir tøkir
Og báðir partar tykjast eisini hava allar mans tøkar til dystin. Venjingar stóðu tó á skránni bæði fríggja- og leygardagin, og tí kann sjávlandi nógv henda, men hóskvøldið vóru boðini í hvussu so er, at talan verður um sterkast møguligu uppstilling.
Einasti spælarin, sum ikki tykist vera klárur, er Kári Hansen hjá NSÍ. Hann hevur í ár drigist við skaða í knænum, og verður væntandi ikki tøkur fyrr enn um ein mánað ella har á leið. Hinvegin hava runavíkingarnir aftur Gert Langgaard og Sjúrður Jacobsen at velja ímillum, og so er spurningurin, um Trygvi Mortensen finnur rúm fyri teimum á liðnum, sum hesar seinastu vikurnar hevur marsjerað við fullari ferð móti oddinum.