– Í mínari verð er hetta nógv tann besti sangurin

Sigur Jens Marni Hansen um Standing up for Love á Rás2 í dag

– Tað sum eyðkennir sangin er, at niðurlagið er ómetaliga gott og fangandi. Tær syngja eisini ómetaliga væl. Vinnarasangurin frá 2010 er ikki heilt ólíkur, sigur Jens Marni Hansen, tónleikari, um sangin Standing up for Love sum sum tær tríggjar systrarnar Laila Carlsen, Vanja Carlsen og Barbara Chaparro framføra á Melodi Grand Prix  10. februar. Jens Marni Hansen luttók sjálvur í kappingini í 2010.

 

 

– Tað sum er avbjóðingin er, at man hevur hug at halda, at føroyingar ikki skulu vinna. Tí nógvir føroyingar hava luttikið, og onki er hent enn. Hugsar man tó um at koma víðari við einum sangi, sum sigur nakað, so haldi eg hetta er tann besti sangurin og tann best framførdi sangurin. Hasin sangurin gott kundi verði ein vinnara sangur, staðfestir Jens Marni Hansen í tíðindunum á Rás2 í dag. 

 

 

– Í mínari verð er hetta nógv tann besti sangurin. Eg haldi tó, at tað er hart at vera føroyingur í danska Melodi Grand Prixinum, sigur hann við Rás2.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jens Marna Hansen í tíðindunum á Rás2 í dag