?Mær dámar menn? á Faroe Pride

Finnur Jensen viðgekk, at hann ikki hevði ímyndað sær, tá hann skrivaði sangin, ?Eg?, at hann nøkur ár eftir fór at syngja hann á einum tiltakið fyri samkynd. Sangurin, ið man verða best kendur millum fólk, fyri niðurlagið ?Mær dámar menn...?, var eitt stuttligt innslag á Faroe Pride tiltakinum, og fleiri smíl vóru at síggja á andlitunum, ið vóru komin saman.

 

Páll Finnur Páll oddamaðurin, framførdi umframt henda eitt sindur ónærisliga sangin, nýggja hittið Havsins Ríki, gamla klassikararn Herbergið og loynilagið av útgávuni Førist ?Mín egna veg?