Múrurin farin á heysin

Fyrrapartin í dag staðfesti skiftirætturin, at Sp/F Føroya Festivalurin er koyrt á húsagang. Hetta merki, at teir kreditorar, sum eiga pening til góðar frá festivalinum, fáa onga pengar. Í dag er Sp/F Føroya Festivalur, partafelagið handan festivalin við Múrin, farið á heysin.

 

Partafelagið skyldar millum eina hálva og eina heila millión, og teir kreditorar, sum eiga hendan pening til góðar, hava mist sín pening.

 

-Vit høvdu vónir um at fáa viðurskiftini upp á pláss, men vit fingu ikki arbeiðsfrið, sigur Mark Joensen við Dimmalætting í dag.

 

Ein kreditorur boðaði fyrr í vikuni frá, at hann fór at krevja sín pening umvegis rættarskipanina, og tá ið felagið ongar pengar átti, varð felagið handan Múrafestivalin koyrt á heysin.

James Olsen og Mark Joensen, høvuðsmenn handan festivalin, harmast um støðuna. Teir siga við Dimmalætting, at teir høvdu vónir um at fáa pening frá tveimum íleggjarum, men tá ið trýstið gjørdist so stórt, vendist ikki aftur.

 

Eisini siga teir, at vantandi søla við dyrnar varð orsøkin til, at inntøkurnar vóru munandi minni, enn teir upprunaliga høvdu væntað.

 

-Vit hava allatíðina havt ætlanir um at svara hvørjum sítt, men tá trýstið gjørdist so stórt, sum tað hevur verið seinastu dagarnir, miseydnaðist tann ætlanin, og tí er felagið nú farið konkurs, siga James Olsen og Mark Joensen við Dimmaæltting.