At hava 15 stuðulsfólk í 13 ár.
Tað bleiv luturin hjá havnargentuni, Elsu Mariu og foreldrum hennara.
Elsa Maria er menningartarnað og hevur tí alla tíðina havt serligt stuðulsfólk at hjálpa sær og húskinum ein part av degnum.
Á økisfundinum hjá Javna mánakvøldið, greiddi mamma hennara, Jórun Dánjalsdóttir Poulsen frá, hvussu hon helt, at hendan skipanin virkaði hjá teimum, sum høvdu brúk fyri henni.
Og hon helt, at hetta var ein skipan, sum vit bæði kundu siga nógv gott og nógv minni gott um.
Jórun segði, at skuldi mann taka tað góða fyrst, helt hon at tímatalið, sum stuðulin varð játtaður, var nøktandi. Umframt stuðulin, hevði hon eina fasta umlætting uppa tvey samdøgur um mánaðin í frítíðarheiminum í Skrivaragøtu, og tað vóru tey sera fegin um.
Tó vísti hon á, at høvdu tey ikki havt tilhaldið í KFUM, so helt hon, at hon var flutt av landinum.
Men tað er ikki nøktandi, tí tað er ov stórt glopp ímillum børnini. Elsa Maria er skjótt 13 ára gomul, ein onnur genta er 15 ár, men annars er talan um 6-8 ára gomul í KFUM
Tørvin at vera saman við sínum javnaldrum fær hon tó so dánt nøktaðan í skúlanum
Jórun Dánjalsdóttir Poulsen helt, at eitt tað størsta brekið við skipanini, var, at stuðlarnir støðast so illa í arbeiðnum Hesi 13 árini dóttir hennara hevur havt stuðul, hevur hon havt ikki færri enn 15 stuðulsfólk.
Stuðlarnir, sum hildu longst á, hildu í tvey ár, og tað vóru tveir.
Hini níggju árini hevur hon sostatt havt 13 stuðlar, so summir hava steðgað stutt.
Jórun segði, at hvørja ferð ein stuðul fór, og ein nýggjur skuldi byrja, nýggjur skuldi byrjað, var neyðugt at byrjað av nýggjum og hon helt, at tað var sera møðsamt at skula byrja heilt av botninum umaftur og umaftur.
Í skúlanum eru so fýra stuðlar afturat, so alt í alt, er nógv fólk uppi í leikinum.
Hon segði, at fyri langari tíð síðani høvdu tey fingið at vita, at tey vóru undir eini skipan hjá Tórshavnar Kommunu.
Men so fingu tey aftur at vita, at vita, at tey kundu ikki vera í skipanini longur, tí hon var ovbyrjað.
Men tað harmiliga var ,at tey børnini, sum tá vóru koyrd úr skipanini, vóru tey menningartarnaðu meðan tey, við sosialum trupulleikum vórðu verandi. Uppaftur seinni fingu tey so aftur at vita, at tey vóru komin aftur í skipanina hjá Tórshavnar Kommunu.
Hon segði hetta bara fyri at vísa, hvussu skiftandi umstøðurnar hjá teimum vóru.
Jórun hevði alt gott at bera stuðlinum, tí teir vildu alt tað besta, tó tað var eitt sindur misjavnt, hvussu teir settu seg inn í arbeiði.
Hon helt, at í mongum førum brúktu stuðlarnir hetta høvi bara sum eina lopfjøl til eina aðra útbúgving.
Ikki nóg gott
Hon helt, at orsøkin til alt hetta var, at stuðulsskipanin er ikki nóg góð og at arbeiðsviðurskiftini hjá stuðlunum eru ikki nóg góð.
Tað, hon droymdi um, var at arbeiðið sum stuðul varð raðfest hægri og at tað varð gjørt meiri lokkandi at verða stuðul, tí tað tað var sanniliga ein stór ábyrgd.
? Eitt nú helt hon, at stuðarnir høvdu okkurt fast tilhaldsstað, tí tað var alt ov krevjandi fyri allar partat at vera inni hjá fólki alla tíðina
Somuleðis krevst stórur dugnaskapur, ikki minst til at seta seg inn í støðuna hjá teimum menningartarnaðu, tí tað er ikki nóg mikið bara at vera fittir.