Mítt fyrsta Trøllasavn

Trølla Pætur og omma hansara koma nú út við filmssavninum "Mítt fyrsta Trøllasavn".

Seinastu 10 árini hava Trølla Pætur og garvilla omma hansara, givið út heili fýra filmar. Nú eru allir hesar filmar savnaðir í eina dós, sum eitur "Mítt fyrsta Trøllasavn". Flest øll í Føroyum kenna filmarnar ”Hon er omma mín”,”Hvar er Nósi”, ”Jólini hjá Trølla Pæturi” og ”Trølla Pætur og Mafian”. Nú ber til at ogna sær allar filmarnar hjá Trølla Pæturi og Ommuni í eini og somu dós.


Niclas Heri Jákupsson í Klaksvík sigur í stuttari viðmerking, at Trøllasavnið fæst á Magn støðunum kring landið. Frá fríggjadegnum 4. desember og fram til jóla ber til at ogna sær hesa dós á øllum Magn-støðunum í Føroyum. Leygardagin 5. desember fara trøllini at hava konsertir og skriva autografar á hesum Magn-støðum: Í Klaksvík kl. 11, í Gøtudali kl. 14 og við Ringvegin kl. 17. Tað verður rock and roll fyri allar pengarnar, sigur Trølla Omman, gleðir seg til at heilsa upp á øll børnini.