Má vísa orð í verki

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, er ikki serliga bergtikin av útmeldingunum hjá nýggja formanninum í Fólkaflokkinum

»Føroyar leysar av donskum pengum, og fólkaatkvøða um ríkisrættarligu støðuna í seinasta lagi ár 2015«.

Tað var proklamatiónin hjá Jørgeni Niclasen, nýggja formanninum í Fólkaflokkinum. Og hetta skuldi verið søtur tónleikur í oyrunum á Tjóðveldisflokkinum, men so er ikki.

- Tað verður neyðugt hjá Jørgeni Niclasen at broyta Fólkaflokkin, tí hann er vorðin ein reinur sambandsflokkur. Hann hevur heft heitið »Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne« á okkum. Og so vóni eg, at hann torir at gera upp við ábyrgdarleysa fíggjar- og skattapolitikkin, sum Fólkaflokkurin hevur havt stóra ábyrgd av seinasta valskeiðið, sigur Høgni Hoydal.

Men hetta er ikki nóg mikið.

– Eg vóni eisini, at hann torir at gera upp við seráhugamálini í føroyskum vinnupolitikki, so vit kunnu fáa eitt frælst og liberalt vinnulív uttan nøkur framíhjárættindi, sigur formaður Tjóðveldisfloksins víðari.

Høgni Hoydal sigur, at tað er av stórum týdningi, at Jørgen Niclasen undan valinum vísir í verki, at hann vil broytingar og ikki ætlar at koyra í somu rillu.

- Fyrsta stigið í so máta er at standa við tær avtalurnar, sum gjørdar vóru í 1998, og sum flokkurin síðani leyp frá. Tað verður avgerandi fyri føroyskan politikk og fyri samstarvsmøguleikarnar frameftir, sigur Høgni Hoydal, sum tó samstundis nýtir høvið at ynskja Jørgen Niclasen tillukku við formanssessinum.