Má seta meg inn í føroyskan fótbólt

Tað sigur Pætur S. Clementsen, sum hevur verið uttanlands í fimm ár

Fótbóltssambandið kunngjørdi í dag, at Pætur S. Clementsen verður nýggjur tekniskur stjóri, nú Petur Simonsen fer frá vegna aldur seinni í ár.

 

Til ber at hoyra samrøðu við Pætur S. Clementsen við at trýsta á pílin undir myndini
http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/fsf-sett-tekniskan-stjora/

 

Pætur S. Clementsen sigur í samrøðu við Rás2, at hann í fyrsta umfari má seta seg inn í føroyskan fótbólt. Pætur hevur seinastu fimm árini verið í Danmark í útbúgvingarørindum, har hann eisini hevur verið venjari í danska felagnum Lyngby.

 

Les eisini: FSF sett tekniskan stjóra

 

Pætur hevur fyrr verið U-landsliðsvenjari, ungdómsvenjari og samskipari í HB.