Thomas Sjoerup/Ritzau Scanpix

Maður meldar seg sjálvan fyri tvífalt morð í Taastrup

Ein 17 ára gamal drongur hevur meldað seg sjálvan í sambandi við dupultdráp í gjárkvøldið, sum kostaði einum 17 ára gomlum og einum 18 ára gomlum manni lívið.

 

Thomas Sjoerup/Ritzau Scanpix

Hann verður framsettur í grundlógaravhoyring í morgin.

Tað var ein 17 ára gamal drongur, sum er handtikin fyri at hava dripið tveir ungar menn í Taastrup í Danmark í gjárkvøldið. Tað upplýsir løgreglan.

Tann ungi, sum meldaði seg til løgregluna, verður framsettur í rættinum í Glostrup í morgin. Har skal avgerast, um grundarlag er fyri varðhaldsfongsling.

Tað var stutt fyri klokkan 23 í gjárkvøldið, at Københavns Vestegns Politi fekk fráboðan um ræðuligu drápini á Skebjerg Allé í Taastrup.

Tríggir persónar fóru raktir av knívstungu. Ein 17 ára gamla drongur og ein 18 ára gamal doyðu. Annar doyði á staðnum, meðan hin doyði á sjúkrahúsinum. Báðir eru úr Taastrup. Tann triði, sum var úr Albertslund, kom frá hendingini við lívinum.

Morðini fóru fram nærindis handilshúsinum City2.

Løgreglan upplýsir í tíðindaskriv, at tann 17 ára gamli verður skuldsettur fyri dráp, men sigur ikki nærri, hvønn leiklut hann skal hava havt.

Í royndini at greiða gongdini vónar Peter Malmose, varapolitiinspektørur, framhaldandi, at fáa upplýsingar frá møguligum vitnum, sum vóru í økinum seint í gjárkvøldið, ella frá øðrum, sum hava vitan um málið.

– Sjálvt um vit nú hava handtikið ein persón í málinum, heldur kanningararbeiðið fram, og vit vilja í tí sambandi framvegis heita á almenningin um hjálp, sigur hann í tíðindaskrivinum.

Á rættarfundinum við tí handtikna í morgin fer ákærin at biða um afturlætnar hurðar við atlitið til uppkláringararbeiðiði hjá løgregluni.

Illgruni er um, at fleiri illgerðarmenn vóru. Teir og tey trý offurini kendust.

Fyrr í dag hevur varapolitiinspektørurin sagt, at løgreglan hevur fleiri orsøkir til at halda, at City2 er viðkomandi í kanningararbeiðinum.

/ritzau/

Lesið eisini: Løgreglan: Fleiri hava verið við til drápini

 

##med2##

 

Thomas Sjoerup/Ritzau Scanpix