Mærsk sendir skip burtur úr vandasjógvi

Í næstum fer stóra danska reiðaríið Mærsk at send øll skip síni, sum skuludu gjøgnum Reyða Havið, suður um Afrika

 

Mærsk sendir øll skip síni burtur úr Reyða Havinum eftir álop. (Arkivfoto). - Foto: Tom Little/Reuters

Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Tað verður gjørt, eftir at skipið »Maersk Hangzhou« varð álopið í Reyða Havinum 30. desember.

Tað var eftir øllum at døma Houthi-rørslan í Yemen, sum framdi rakettálopið. Limir í rørsluni royndu síðani eisini at koma umborð á skipið.

Tað fekk í fyrstu syftu Mærsk til at steðga siglingini í økinum fyribils í 48 tímar, men tey boðini vórðu broytt til at vera í óásetta tíð eftir nýggjár.

/ritzau/

 

Mærsk sendir øll skip síni burtur úr Reyða Havinum eftir álop. (Arkivfoto). - Foto: Tom Little/Reuters