Magni vil til stórfelag uttanlands

Magni Mohr fer í summar til Danmarkar at skriva eina doktararitgerð, sum vónandi skal hjálpa honum enn longur fram á venjingarleið síni. – Málið er at gerast likamligur venjari hjá einum stórum útlendskum fótbóltsfelagi

Magni Mohr er útbúgvin human fysiologur. Hann hevur seinastu árini arbeitt ymsastaðni og hevur fingið hollar royndir innan likamliga gransking og kanning av fótbóltsleikarum. Magni hevur millum annað arbeitt fyri italienska stórfelagið Juventus. ”Tann gamla daman”, sum Juventus verður kallað í Italia, hevur í seinastuni verður í trupulleikum í samband við muturgøluna. Teir vórðu fluttir niður í Serie B, men teir hava júst vunnið sær pláss í Serie A næsta ár. Tá ið Magni Mohr arbeiddi fyri Juventus, vóru teir kanska sterkasta felagið í Italia, og millum leikararnar taldust Del Piero, Zidane, Camonaresi, Zambrotta og Trezeguet. Síðani hevur Magni eisini arbeitt fyri danska landsliðið og føroyska landsliðið, sum hann enn er knýttur at. Í fjør og fyrra árið var hann hjálparvenjari hjá B36. Vágbingur Magni er uppvaksin í Vági. Hann tók HF í Vági og spældi fótbólt við besta liðnum hjá VB. Magni fór niður at lesa, og hann var sera heppin at koma í samband við røttu fólkini beinan vegin. - Eg slapp at luttaka í gransk­ingarverkætlanum rætti­liga tíðliga. Eg kom í samband við Jens Bangsbo, sum var hjálparvenjari hjá Juventus, tá ið eg starvaðist har. Eg havi helst sett teir røttu spurningarnar til fyrilestrarnar, tí at hann spurdi meg, um eg hevði hug at arbeiða við teimum. - Mítt lestrararbeiði var alla­tíðini at fáast við vísindarliga gransking. Tað er sera óvanligt, at ein sleppur so tíðliga at arbeiða í praksis, men eg var heppin, sigur Magni. Samantvinnar teori og praksis Magni varð beinan vegin berg­­tikin av at arbeiða við vísind­arligum kanningum, og hann hevur síðani verið við til at finna fram slóðbrótandi úrslit. Magni hevur eisini ein fyrimun við tað, at hann sjálvur hevur leikt fótbólt. - Arbeiðið er at gera skipaðar eygleiðingar og mátingar undir venjingum og dystum og kanna ymsar støður og leikarar. Á henda hátt nýttu vit vísindaligar mannagongdir í praktiska ar­beiði­num vit fótbólti. Síðani royna vit at finna fram ymiskar loysnir, sum kunnu betra um venjingarnar og kunnu fáa leikararnar at íðka meira, sigur Magni. - Tað er stórur munur á fótbólti og øðrum ítróttargreinum. Har havi eg ein fyrimun, tí at eg kenni fótbóltin í praksis. Nógvir granskarar kenna tað einans í teori. Avbjóðingin er at brúka úrslitini til nakað munagott á vøllinum. Tíðin í B36 gav mær eisini møguleika at royna hendan arbeiðsháttin, sigur hann. Virðisløntur granskari Tá ið Magni gjørdist hjálpar­venjari hjá B36, sóust beinan vegin broytingar í venjingunum hjá árstalsfelagnum í Havn. Teir fóru millum annað at hita upp aftur, áðrenn seinna hálvleikur byrjaði. Hetta hava onnur føroysk feløg nú tikið til sín. - Vit hugdu at fleiri upptøkum og sóu, at leikarar íðka minni teir fyrstu minuttirnar eftir steðgin. Síðani gjørdu vit nakrar royndir við tveimum liðum, har ið annað liðið hitaði upp áðrenn seinna hálvleik, meðan hitt ikki hitaði upp. Tað vísti seg, at leikararnir, sum hitaðu upp í hálvleikinum íðkaðu meira, sigur Magni. Magni skrivaði eina grein um úrslitini, sum teir høvdu funnið, og hann vann eina altjóða virðis­­løn fyri greinina sum besta vísindarliga grein í 2004. Kennir einki til fótbóltsgøluna Sum nevnt hevur Magni starvast fyri Juventus, sum síðsta árið veruliga er komið í andróður við einari muturgølu. Hetta er tó ikki nakað, sum Magni merkti nakað til. - Eg sá einki ullint, meðan eg var hjá Juventus. Eg havi eisini tosað við Jens Bangsbo, og hann kennir heldur einki til nakað mutur. Eg haldi, at málið snýr seg um einkultar persónar, sigur Magni og heldur fram. - Fótbóltur í Italia snýr seg um so nógv annað enn spælið. Fólk har vísa sínar kenslur á ein øðrvísi hátt enn her heima, og tað merkir eisini fótbóltin uppá gott og ónt. Eg skal tó ikki fara at siga, hvat er hent í Italia, tí at tað veit eg einki um, sigur hann. Løgið at møta Italia Føroyar skulu í næstum spæla landsdyst móti Italia. Tá kemur Magni at sita á føroyska beinki­num sum fysiskur venjari hjá landsliðnum. Millum mótstøðumenninar eru leikarar, sum Magni hevur kannað gjølla. Sostatt verður Magni í tí løgnu støðu, at hann kennir leikararnar á báðum liðunum sera væl. - Tað verður løgið at møta Italia. Eg havi sterkar kenslur fyri italienskum fótbólti. Eg vænti, at Italia fer at vinna dystin, men um vit eru sera hepnir, kunnu vit fáa eitt gott úrslit. Men dysturin fer helst at líkjast dystunum, sum vit hava leikt móti Fraklandi. Framtíðin Í summar fer Magni til Danmarkar at arbeiða á einum universiteti, har ið hann millum annað fer at skriva sína doktararitgerð lidna. Hann hevur gjørt avtalu um at arbeiða í tvey ár, men hann ætlar at lata ritgerðina inn um eitt ár. Eftir tað er ikki vist, hvar leiðin gongur. - Møguliga komið eg aftur til Føroya. Málið er tó at gerast venjari hjá einum toppliði, og hendan doktararitgerðin gevur mær fleiri førleikar til tað. So skal eg eisini koma í samband við tey røttu fólkini, um eg skal fáa møguleikan. Tað er sera torført at sleppa framat hjá teimum stóru feløgunum, men tað er í øllum førum málið, sigur Magni Mohr at enda. ----- Magni um politikk - Eg fylgi hampiliga væl við í politikki – bæði altjóða og í Føroyum. Eg velji Tjóðveldisflokkin, men støðið á føroyskum politikki er ótrúliga lágt. Tað er pínligt at eygleiða føroyskan kjaksið í mun til onnur lond. Magni um føroyskan og italienskan mat - Mær dámar heilt vist betur italienskan mat enn føroyskan. Vit eta av og á føroyskan mat, men vit eta í nógv størri mun eysturlendskan og suðurevropeiskan mat. Italienarar duga ótrúliga væl at gera mat Magni um átrúnað - Fyri meg hoyrir átrúni undir mytologi. Eg havi ikki nakra trúgv, men eg royni at skilja teir stóru spurningarnar útfrá faktuellari vitan Magni um sína frítíð - Øll frítíðin verður brúkt uppá familjuna. Eg havi eitt arbeiði, sum ofta smeltar saman við frítiðina, men eg royni at brúka tíð uppá børnini og konuna. Vit plaga ofta at ferðast saman FAKTA Magni Mohr Føddur 2. november 1973 Er giftur við Súsonnu Holm Tey eiga sonin Askur Holm Magnason Eisini dótturina Ró Holm MagnadóttirMagni um politikk - Eg fylgi hampiliga væl við í politikki – bæði altjóða og í Føroyum. Eg velji Tjóðveldisflokkin, men støðið á føroyskum politikki er ótrúliga lágt. Tað er pínligt at eygleiða føroyskan kjaksið í mun til onnur lond.