Makrel á luksus gallaveitslu

Limirnir í Mekrel sleppa at lata makreldósina upp leygarkvøldið og borðreiða við tí, ið teir einaferð kallaðu stinkandi Makreli. Men kanska er í veruleikanum nú meira talan um eina luksusvøru, ið er á hædd við kaviar...? Í øllum førum er dósin við Makreli nú ein perfekt blanding

Makrel vann sær pláss í semifinaluni í Prix Føroyar kappingini, men slapp ikki millum teir 3 bólkarnar, sum komu sær víðari til AME at kappast um pláss í Lundgaard studios. Men teir sleppa við til AME og tað er at fegnast um. Og tað gera mong óivað, eftir tí kjakinum at døma, sum tók seg upp eftir semifinaluna, har ein stór fjepparfjøld kom undan kavi.
                      Makrel sleppur, sum onnur við teimum, at føra fram sín tónleik og at kappast um pláss á festivalum. Og kanska onkur útlendskur tónleikakønur er, sum gerst púra bergtikin, Makrel hava í hvussu er onki ímóti at svimja út um føroysku landgrunnarnar og royna seg við fremmandar strendur.
 
Makrel ella kaviar
Makrel hava tikið seg nógv fram og hava eisini vunnið sær eina breiðari fjepparafjøld. Makrel stinkaði einaferð, tað var fyrsta útgávan, men hvørt teir hava hug at provokera ella annað, ella bara at spæla rock, so er eydnast at finna inn á ein veg, har teir sjálvir stýra.
                      Effektfulla guitarljóðið er undir kønari leiðslu og er tamt niður á eitt støði, har tað hoyrist, at tamarhald er á. Og sangurin, eisini við effektum, er betri og nýskapandi, hugvekjandi og kanska stuttligur, tí hesi kórtólini kennir ein kanska best frá lættari spælandi bólkum (? kanska sum tá tveir vinmenn spæla country á eini barr í Vesturjútlandi, ella okkurt tílíkt).
                      Í stuttum er dósin við Makrli nú ein perfekt blanding. Og fólk er farið at dáma teir og fara óivað at geva teimum sama status sum kaviar og annað luksus.
 
Luksus
                      AME verður leygarkvølið og Makrelurin verður ein av luksusvørunum, tá føroyingar fara at vísa, hvat borðreiðast kann við, tá 12 av teim bestu skulu á pall at vísa, hvar føroyskur tónleikur er; hvat hann kann bjóða og um súpanin stendur mát við útlendskar uppskriftir, um hon er ov tunn, ov beisk, ov røst  ella bara ov føroysk ? ella kanska júst so føroysk, at hon kann brúkast.