Makrelur á uppboðssøluni

Tað mesta av teimum 86 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var frá einum línuskipi, sum hevði roynt undir Íslandi.

Umleið 25 tons vóru av toski og nakað tað sama av longu. Toskur I fór fyri 15,27 krónur, toskur II fyri 14,67 krónur, og meðalprísurin á toski III var 13,65 krónur.

Longa II fekk 12,15 krónur í meðal og longa III 10,95 krónur.

Knappliga átta tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 12,09 krónur og hýsa III fyri 11,09 krónur í meðal fyri kilo.

Av blálongu vóru um fýra tons og nakað tað sama av kongafiski. Blálongan fór fyri 7,25 krónur, og meðalprísurin á kongafiski II var 7,69 krónur.

So vóru eisini 13 kilo av makreli á uppboðssøluni í dag, og tey fóru fyri 3,90 krónur fyri kilo.

Tey 86 tonsini, sum vórðu seld á uppboðnum í dag, fóru fyri 1.145.000 krónur.