Málið er mín ringa samvitska

Danin Holger Arnbjerg hevur búð næstan helmingin av sínum lívi í Føroyum

(Mynd: Álvur Haraldsen)

– Sproget er min evige dårlige samvittighed, sigur hann á donskum og lenar seg afturá.

 

Holger Arnbjerg er dani, giftur og hevur búð í Føroyum seinastu 36 árini. Hann skilir alt føroyskt á skrift og í talu, men tosar og samskiftir framvegis á donskum.

 

– Tað er so lætt at vera dani í Føroyum, sigur hann og sipar til málsliga førning føroyinga á donskum.

 

Holger Arnbjerg hevur í mong ár starvast sum lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum í Hoydølum og seinni á Altjóða Skrivstovuni. Og hóast hann fyri fáum árum síðani fór frá fyri aldur og nú styttir sær stundir og nýtir tilveruna sum fólkapensjónistur, tekur hann framvegis eina hond í og vegleiðir tilflytarum, sum koma til Føroyar. Holger er knýttur at toyminum hjá Tórshavnar Kvøldskúla, ið skipar frálæruna í føroyskum sum annaðmál.

 

– Tað kennist onkursvegna løgið at vegleiða tilflytarum um, hvussu stóran týdning tað hevur í mun til arbeiðsmarknaðin og lívið annars í Føroyum at duga at tosa og samskifta á føroyskum, tá ið eg sjálvur ikki geri tað og seti mín boðskap fram á donskum ella á enskum, sigur hann, yppir øksl og spyr retoriskt út í rúmið, hví hann einki ger við tað.

 

Tað var í lestrarárunum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn fyrst í sjeytiárunum, at Holger møtti føroysku Sonju Klein. Hon las gudfrøði og hann samfelagsfrøði og ítrótt. Tey gjørdust góð og giftust á sumri í 1973. Holger og Sonja fluttu tó ikki til Føroyar beinanvegin. Tey gjørdu lesturin lidnan og starvaðust í nøkur ár sum lærarar og undirvísarar á fólkaháskúlanum í Haslev, Haslev Udvidede Højskole.

 

Men síðst í áttatiárunum tók familjan stóru avgerðina. Við tveimum børnum fluttu tey til Føroyar og settu búgv í Havn. Í 1991 fekk Holger fast starv á Studentaskúlanum í Hoydølum og gjørdist beinanvegin lestrarvegleiðari. Eitt starv, sum í stóran mun hevur myndað yrkisleið hansara í Føroyum.

 

– Eg havi altíð kent meg væl í Føroyum, og eg trívist. Eg havi á ongan hátt kent meg einsamallan ella avmarkaðan, men altíð verið virkin í felagsskapum, eitt nú í ítrótti, sigur Holgar Arnbjerg við Sosialin um vikuskiftið.   

 

Hann heldur, at Føroyar og føroyska samfelagið er broytt ómetaliga nógv hesi árini, hann hevur búð her á landi.

 

– Føroyar er í mangar mátar vorðið eitt nútímans og modernað samfelag við globalum útsýni. Tað er styttri millum Føroyar og útheimin nú enn tað var fyrr. Bæði tá ið talan er um útbúgvingar- og starvsmøguleikar, men eisini, tá ið talan er um tey grundleggjandi virðini. Rákið og tíðarandin er ein annar. Um tað er gott ella ringt veldst um, hvønn tú spyr og um hugsjónarliga stavnhaldið, konservativt ella liberalt. Men broyttar eru Føroyar munandi, sigur hann.

 

Longri samrøða við Holger Arnbjerg kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)