Málingahandilin heldur til í bygninginum við R. C. Effersøesgøtu, sum tey tilkomnu munnu kenna sum Tjarnastovu.

Málingahandilin aftur í miðbýnum

Heilt síðan fyritøkan var stovnað sum Málingahandilin í J. C. Svabosgøtu í 1962, hevur máling verið ein partur av vøruúrvalinum - eisini hjá Vøruhúsinum á Hjalla, men nú er deildin flutt oman í Málingahandilin í R.C. Effersøesgøtu.

Málingahandilin heldur til í bygninginum við R. C. Effersøesgøtu, sum tey tilkomnu munnu kenna sum Tjarnastovu.

Yvir 60 ár eftir at Málingahandilin í J.C. Svabosgøtu læt upp á fyrsta sinni í 1962, letur handilin upp aftur í miðbýnum við sama navni.

 

Fyri at fokusera meira upp á sølu av máling er málingadeildin flutt oman í miðbýin, har Málingahandilin hevur latið upp í R.C Effersøesgøtu, har sum klædnahandilin Hon+Hann áður hevur hildið til.

 

Alex Hentze er settur sum stjóri í felagnum. Alex er vaksin upp við máling, pápin, Magnus Hentze, rak í mong ár málingahandilin Ælabogan í miðbýnum í Havn.

 

Alex sigur, at hetta er ein spennandi avbjóðing at sleppa at selja máling í einum handli við eina av høvuðsgøtunum í býnum við sama navni sum handilin byrjaði við fyri yvir 60 árum síðan.

 

##med2##

 

– Vit leggja dent á at selja kvalitetsprodukt til góðan prís. Talan er um Pinotex og Nordsjø máling. Har verður alt at fáa, sum vit kunnu vænta av einum nútímans málingahandli sum t. d. tapet, glasvev, glasfilt og øll málingaamboð, sigur Alex Hentze, stjóri í Málingahandlinum.'

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Málingahandilin heldur til í bygninginum við R. C. Effersøesgøtu, sum tey tilkomnu munnu kenna sum Tjarnastovu.

Dánjal Nattestad Kass, Peter Mouritsen og Alex Hentze

Rúmligu hølini

Í mong ár var kendi handilin á horninum Landavegur/Fríðrik Petersensgøta. Handilin byrjai kjallaranum í lítlu gulu húsunum til vinstru í myndini