Malla er fødd í Sørvági, hon er dóttir Tóru og Jógvan Lið. Sum ung genta misti hon mammuna, so hon mátti hjálpa pápanum við at halda hús.
Malla er gift til Miðvágs og eigur 4 børn, Tove, Sonny, Irdi og Kjartan, eisini eigur hon fleiri ommubørn. Hon er sera familjukær og er ikki bert mamma og omma, men eisini besti vinur við síni børn og ommubørn.
Malla hevur verið heimahjálp í mong ár og er sera vældámd av teimum gomlu.