Metið varð sett, tá amerikumaðurin Auston Trusty skoraði til 1-0 móti Turkalandi longu í triðja minutti av dystinum í nátt føroyska tíð.
Tað var mál nummar 173 í endaspælinum. Harvið varð gamla metið á 172 mál frá HM í Katar í 2022 tikið.
Metið kemur tó ikki óvæntað. HM-endaspælið er í ár víðkað úr 32 upp í 48 lið, og talið av dystum er vaksið úr 64 upp í 104.
Tá málmetið varð sett, vóru bert 59 dystir spældir av teimum 104, sum eru á skránni.










