Malmø er klárt til bólkaspælið í Champions League annað árið á rað. Tað staðfestu teir í kvøld, tá teir á heimavølli vunnu 2-0 móti Celtic.
Tað vóru annars gestirnir úr Celtic, ið høvdu eitt betri útgangsstøðið undan dystinum, tí teir vunnu nevniliga dystin í Skotlandi 3-2.
Málini hjá Malmø skutu áleyparin Markus Rosenberg, og verjuleikarin hjá Celtic, Dedryck Boyata, sum var so óheppin at gera sjálvmál.
Saman við Malmø eru Dinamo Zagreb, Maccabi Tel Aviv, Valencia og Shaktar Donetsk eisini klár til bólkaspælið í Champions League.
Í annaðkvøld vera seinastu undankappingardystirnar til bólkaspælið í Champions League. Tá spælir millum annað Manchester United, sum á útivølli skal spæla móti Club Brugge.
Úrslitini í kvøld:
Dinamo Zagreb-Skenderbeu 4-1 (Dinamo Zagreb víðari)
Maccabi Tel Aviv-FC Basel 1-1 (Maccabi Tel Aviv víðari)
Malmø FF-Celtic 2-0 (Malmø FF víðari)
Monaco-Valencia 2-1 (Valencia víðari)
Shaktar Donetsk-Rapid Wien (Shaktar Donetsk víðari)
Dystirnir í annaðkvøld, sum allir byrja klokkan 19:45:
Apoel Nicosia-FC Astana
Bayer Leverkusen-Lazio
CSKA Moskva-Sporting CP
Club Brugge-Manchester United
Partizan Beograd-Bate Borisov