Ein ung kvinna var seint seinnapartin í dag í rættinum. Tað var í sambandi við hendingina, tá ið eitt lítið barn doyði úti í Syðrugøtu í desember. Ikki er greitt, hvat kvinnan er skuldsett fyri.
Rættarfundurin í dag var fyri dupult afturlatnum hurðum, og tí fingu fjølmiðlarnir ikki skuldsetingina at hoyra.
Verjin kravdi, at hurðin varð stongd, og tað kravið bygdi hon á, at viðurskiftini í Føroyum eru so smá og fyri at taka atlit til kvinnuna.
Einki ítøkiligt hevur verið frammi um hendingina, tá ið mamman við illa klædda barni sínum eitt kvøld fór út í kuldan við tí avleiðing, at barnið doyði.