Stóra bumban, tá Allan Simonsen í fyrradagin kunngjørdi, hvørjar spælarar hann vil hava við sær niður til Jugoslavia í aðru viku, var, at Allan Mørkøre ikki er ímillum teir átjan útvaldu.
? Mamma mín ringdi til mín og spurdi, um eg hevði givið avboð til landsliðið. Eg hevði ikki hoyrt útvarpið, men mamma helt seg hava hoyrt navnið á Kurt bróður, men ikki mítt navn.
Soleiðis greiðir Allan Mørkøre frá, tá vit spyrja hann um, hvussu hann kennir tað at vera vrakaður á landsliðnum. Allan Mørkøre hevur síðani 1990 spælt 53 landsdystir. Hann hevur metið í landsdystum:
? Eg eri vónbrotin av, at eg frá at vera fastur maður á liðnum í tólv ár í einum nú eri settur fullkomuliga uttanfyri hópin. Og eg eri eisini vónbrotin av mátanum, sum eg hoyrdi tíðindini. Tá tú hevur verið so leingi uppií, so haldi eg, at tað hevði ikki verið meiri enn rímuligt, at eg fekk at vita, at eg ikki var úttikin og hví, sigur Allan Mørkøre.
Allan ikki á bonkin
Í fyrrakvøldið ringdi Allan Mørkøre til Allan Simonsen fyri at fáa at vita, hví hann brádliga ikki er í landsliðshópinum, og hann fekk somu frágreiðing, sum Allan Simonsen gav okkum, tá vit fyrrapartin í gjár høvdu samband við venjaran:
? Vit halda ikki, at Allan Mørkøre hevur verið á toppinum í ár. Tað tykist sum um hann ongantíð rættuliga er komin fyri seg eftir skaðan, sum helt honum burtur frá HB liðnum, og tí hava vit valt ikki at hava hann við hesa ferð. Men eg vil undirstrika, at eg vóni ikki, at hetta verður endin á landsliðstíðini hjá Allani. Tá hann aftur er komin á tað støðið, sum hann áður hevur verið, verður hann aftur førur at geva sítt íkast á landsliðnum. Tað hava vit ikki hildið, at hann er akkurát nú.
Men tað er langt lop frá at vera fastur maður og til at vera settur fullkomuliga uttanfyri?
? Um vit ikki ætla at brúka Allan Mørkøre, so er tað best, at hann ikki er. Vit taka viðhvørt ungar spælarar við fyri at geva teimum royndir. Allan Mørkøre hevur allar royndirnar. Allan er vónbrotin, og tað eigur hann at vera. Eg vóni, at vónbrotið fer at hava við sær, at kann knýtir nevarnar og fer at prógva bæði fyri sær sjálvum, mær og øllum hinum, at tað var venjarin, sum mistók seg hesa ferð, sigur Allan Simonsen.
Umhugsar sína støðu
Allan Mørkøre ásannar, at hann kanska ikki hevur verið á toppinum alla tíðina higartil í ár, men hann heldur, at aðrir landsliðsspælarar hava havt sama trupulleika, uttan at hetta hevur havt avleiðingar fyri teir, og hann undrast á, at venjarin leggur so lítið í royndirnar hjá honum, tá teir fara niður til Jugoslavia, sum Føroyar hava fingið so mangan bakkaluaran frá.
? Í løtuni eri eg so mikið vónbrotin av, at eg eri útihýstur og mátanum, sum tað gekk fyri seg uppá, at eg umhugsi, um eg yvirhøvur skal taka av, um venjarin aftur heldur meg vera kvalifiseraðan til landsliðskjans, sigur Allan Mørkøre.
? Allan skal vera vónbrotin. Bæði eg og allir aðrir fótbóltsspælarar hava upplivað at missa møguleikan, sum vit hildu okkum eiga. Tá tað verður vent til nakað positivt, er tað gott, og eg vóni, at tað fer at verða soleiðis hjá Allani Mørkøre, sigur Allan Simonsen.